Skip to main content
0

Jazzygold

frí24mei20:00frí22:00JazzygoldSoul R´n´B

Um tiltakið

Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: Boring like me, Dyed my hair red, Lonely afterparties og Day off og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands.

Jasmin hevur verið í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir og ein av teimum verður í Maggies í maj.
Hon hevur arbeitt við nýggjum tilfari í langa tíð, so her kunnu tit fáa ein smakk uppá hvat er í væntað í framtíðini. Kom til konsert og kava.

Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um eina nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið.

Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.

 

Meira

Keyp atgongumerki á netinum

Prísur 210,00 kr.

Hvussu nógv atg. ? -1 +

Tilsamans 210,00 kr.

Nær

(Fríggjadag) 20:00 - 22:00(GMT+00:00)

Stað

Maggies Café

Nólsoy

Fyriskipari