Hetta verður seinasta konsertin í Maggies!
Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest, sum trína á pall í Maggies.
Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.
Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.
Í 2023 fekk Jóan Jakku lifetime achievement award á FMA.
Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari seinastu konsertini í Maggies leygakvøldið 27 september kl. 20.00.