was successfully added to your cart.
Tíðindi

Soleiðis er opið í vetur

By 04/09/2018 No Comments
Maggies Café, Nólsoy - So close, yet so far

Nú dagarnir styttast og myrkri sígur yvir tekjur og fjøll, hava vit opið soleiðis:

Mánadag til hósdag er stongt.
Fríggja- leygar- og sunnudag lata vit upp kl. 17.00 og hava opið so leingi fólk eru til staðar, tó í seinasta lag til kl. 03.45.
Køkurin er opin til kl. 20.00. Hygg undir menu.

Einki er tó so fastlagt, at tað ikki ber til at broyta. Um fólk hava hug at koma á dyr teir dagar stongt er, ber til at bíleggja pláss áðrenn. Tó minimum 5 fólk. So taka vit ímóti tykkum við opnum ørmum 🙂

Um onkur hevur hug at hava skeiðvirksemi o.a., eru eisini góðir møguleikar til tess. Hetta letur seg gera mána- til og við hósdagar í allan vetur.
Í tí sambandi kunnu vit eisini bjóða okkurt til matnað 🙂

Hóast kvøldini gerast myrk og long, er ikki ætlanin at fara heilt í dvala.
Í november er ætlanin at fara undir Biograf virksemi. Helst verður filmur vístur hvørt mánakvøld. Fólk eru vælkomin at skriva til maggies@maggies.fo og ynskja filmar. Nærri verður lýst við hesum seinni.

Jólaborðhaldini verða eisini sum vanligt. Hygg undir tiltøk fyri at síggja hvussu nógv pláss eru eftir til ymsu kvøldini.

Eitt sunnukvøld um mánaðin er eisini Pub Quiz við Alice Simonsen. Hygg undir tiltøk, nær tað er.

Við ynski um ein góðan vetur 🙂

Margreth og Terji

Síggjast og hoyrast í Maggies

 

 

X
X