Skip to main content
0
Tíðindi

Aggrasoppar 21 juni

By 01/02/2024No Comments

Aggrasoppar hava sníkt seg inn í ótilvitið hjá tí gemena føroyinginum í skjótt 4 ár og nú byrjar tað spakuliga at síggjast. Tey hava spælt víða um á tónleikafestivalum seinastu 2 árini og útgeva í mars sína seinnu plátu. Komið og upplivið hetta svaka og samstundis óskylduga tónleikakollektivið í Maggies 21. juni.

“Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Vakurt, fyndið, hugvekjandi og fangandi.” – HOYMA

“Eg loyvi mær at taka fram tað øgiligu kraftina Aggrasoppar hava á palli…ein sovorðna frumkraft…hon kann fáa grót at syngja og deyð at klappa…ella sum íspegilin limraði í tokinum á veg aftur til London…: Jú, Aggrasoppar av øllum ber og eitt ørgrynni av ljóði ger. Rytmur, orð og fynd, ein alda djevulskynd, ið ógvar mangt pent á síni ferð…aggrast, so soppast…”
– Carl Jóhan Jensen

“Føroyskt flowerpunk naprap: AGGRASOPPAR lova eitt stuttligt kvøld við yvirraskilsum, stuttleika og mindfucks til allar sansir.” – Listastovan

“Jújú, tær ERU best, tá tær eru gamlar, eg meini vínfløskur í hasum deiliga Døgverðaslanginum hjá Aggrasoppum, sum eg sá og hoyrdi í Luftini í KVF í kvøld. Aggrasoppar – hetta herliga, unga, fjákuta, inniliga, álvarsliga, kreativa, syruta, djarvt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarliga tónlistakollektivið. Takk!” – Kinna Poulsen