Deiggj TÍÐ í Nólsoy
Stutt fyri jól í fjør lat Deiggj nýggju útgávuna “TÍД úr hondum og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað stakløgini ‘Hví grætur tú’, ‘Í viðarlundini’ og ‘Kom lat okkum dansa’ og Ein sangur til lívið, sum hava verið nógv frammi.
Deiggj góvu eisini eina LP út í 1985 og fleiri av hesum løgum verða enn spæld til dans og konsertir, eitt nú lagið “Prúða land”, sum man verða tað kendasta lagið hjá Deiggj.
Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá hesin nýggi tónleikabólkurin varð settur á stovn. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu nýggja bólkin. Nú meira enn 43 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt við í ávikavíst 24 og 15 ár . Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini.
Deiggj hevur í mong verið ein nógv umbiðin cover-bólkur við serligum denti á løg hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Men at spæla egið tilfar, hevur í langa tíð verið ein dreymur hjá Deiggj. Hesin dreymurin verður aftur veruleiki í Maggies tí leygarkvøldið 14 juni kl. 20.00 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Nólsoy.
Seinast Deiggj høvdu eina líknandi konsert var í Løkshøll í Runavík. Konsertin var sera væl vitjað. Møguleiki verður at ogna sær nýggju LP´ina. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.
Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave, sang
Fróði T. Vestergaard, sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave, gittarar og kór
Pætur Mohr Dam, tangentar
Sverri Heinesen, bassgittar
Rani H. Christiansen, trummur
Umframt hesar verða helst onkrir gestatónleikarar við á konsertini.