was successfully added to your cart.
Tíðindi

Guðrun & Bartal 18 juli

By 09/07/2019 No Comments

Guðrun og Bartal eru ein duo, ið verður borin fram av gittari og sangi. Ikki so nógv hóvasták, men meira tann sterki melodiurin ið verður raðfestur høgt. Tey obligatorisku lýsingarorðini kunnu sigast at vera hesi; inniligt, fangandi, minimalistiskt og friðarligt.

Hetta er bert onnur konsertin í Maggies, sum kann tykjast løgi, tí júst pallurin í Maggies, er sum gjørdur til teirra framførslur 🙂

Atgongumerki fáast her á síðuni.

X
X