Flaggdagin, 25 apríl verður vísukoncert á Maggies við Jakobinu Ellingsgaard. Við sær hevur Jakobina ein bólk, ið er mannaður av Fróða T Vestergaard og Páll Holm á Lave, hesir eru eisini kendir frá bólkinum Deiggj. Jakobina, Páll og Fróði vóru øll trý við í útisetabólkinum ”Flytifuglar” í seinnu helvt av 80unum.
Jakobina útgav í 2024 staklagið ”Læra vit nakrantíð”, ein týðing av kenda lagnum ”Where have all the flowers gone”, sum Niels Midjord, sáli, týddi til føroyskt
Í 2007 útgav hon fløguna ”jakobina rensl”, sum bleiv upptikin her í Nólsoy, í studionum Oyravox hjá Terja Rasmussen, og er hetta fyrstu ferð, at Jakobina ordiliga satsar uppá, at framføra løg frá hesi frálíku fløgu.
Jakobina var eisini sangari og týðandi partur av Glataðu spælumonnunum, sum útgóvu plátuna
”Gluggamynd” í 1982. Av hesi úgávu eru fleiri kendar perlur, eitt nú ”Til Boga og allar nýføðingar í verðini” og ”Leygarmorgun í Havn” og fleiri aðrir.
Í Maggies fara tey at líta aftur um bak, og spæla sangir frá øllum hesum útgávum
Vit síggjast á Maggies á Flaggdegnum kl 20.00.