Kom til eina serstaka útgávukonsert við jazzygold í Maggies
Tann 4. apríl 2025 verður Maggies karmur um eina serstaka konsert við jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima í Føroyum eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP, it’s been a while, sum verður útgivin tann 14. februar.
EP’in it’s been a while er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru “homerun,” “ex-friends,” og tað nýggjasta staklagið ‘’gold’’.
jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri “Ársins spíri’’.
Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Maggies.
Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald!