was successfully added to your cart.
Tíðindi

Kaj Klein and The Force Majeures 13 januar

By 23/10/2018 No Comments

Í januar kemur Kaj Klein á eina lítla konsertferð í Føroyum, saman við bólkinum The Force Majeures. Hetta verður ein ferð gjøgnum tónleikin hjá Kaj og beiggja hansara Karl Anton Klein, sála.

Teir vitja Maggies í Nólsoy 13. januar.

Kaj Klein sleit sínar tónlistarligu barnaskógvar í bólkinum Plastnoist, ið hann stovnaði saman við Karl Anton. Ein annar limur í Plastnoist var Palle Hjort, ið seinni er kendur sum avloysari fyri Thomas Koppel á hammond orglinum í Savage Rose. Men sum eisini hevur samstarva við nógv onnur tónleikanøvn, so sum Povl Dissing, Peter Sommer, På Slaget 12, Danser med Drenge, Poul Krebs, The Sandmen, Big Fat Snake og føroysku Tórodd Poulsen og Sirm.

Palle Hjorth verður eisini partur av bólkinum, nú Kaj Klein fer at spæla the best of Plastnoist og Kaj Klein. Tí Palle hevur verið fastur fúsur á útgávunum hjá Kaj, síðan hann, sum ein grønur tannáringur møtti brøðrunum úr Vestmanna.

Umframt Palla eru The Force Majeures: Janus Kampmann á gittari, Per Ingvaldur Højgaard Petersená trummum og Karl Andrias Stórá á bassi.

Ætlanin erat spæla løg frá (næstan) øllum útgávunum.

Útgávur:
Kaj Klein Skot (Kasettuband frá uml. ´86)
Plastnoist (Kasettuband frá uml.89).
Plastnoist Millum Nagla, (Kasettuband frá uml.´91).
Plastnoist Yppbaraøxl (Fløga uml. 92)
Plastnoist 21 (Fløga uml. 96)
Kaj Klein Hálvt frá Hálsi (Fløga uml.2004)
Kaj Klein Úr Maskinrúminum (3fløga 2009)
Kaj Klein Í Andglettinum (Fløga 2012)

 

X
X