Skip to main content
0
Tíðindi

Kom bara inn, eg skal ikki gráta 8 november

By 23/06/2024July 2nd, 2024No Comments

Frá dapurleika til vakurleika

Tað er ikki ofta, at annað enn tónleikur verður framførdir á pallinum í Maggies. Tí er tað við stoltleika, at vit kunnu bjóða tykkum út til Nólsoyar til sjónleik eitt novemberskvøld í Maggies.

Talan er um einrøðuleikin ‘Kom bara inn, eg skal ikki gráta’, sum Jógvan Andrias Joensen framførir og Edvard Nyholm Debess, tónleikari, spælir undir.

Einrøðuleikurin tekur støði í lívinum hjá niðurbundnum mjadnabarni á drúgvari sjúkralegu í Danmark. Hann tekur upp evni fráveru av nærveru, einsemi, men er eisini ein lýsing av eini drúgvari ferð úr tí óvirðiliga og dapra til tað tignarliga og vakra.

Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum kringvarpið vísti í 13.januar 2022, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kropsligum avbjóðingum, sum vórðu send til Danmarkar, uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.

 Hetta er søgan um okkum:
– um tey, sum vóru send til Danmarkar, av tí at vit í Føroyum ikki høvdu neyðugar umstøður og førleikar til hendan partin av okkara medborgarum.
– um tey sum vóru eftir heima og longdust eftir sínum kæru.

– um eldsálir, sum tóku tøk og ótroyttiliga stríddust fyri at skapa umstøður og virðilig kor, soleiðis at føroyskir sjúklingar í Danmark kundu koma aftur til Føroyar.

– um læknavísindina, sum við áhaldandi gransking strembar eftir vísindaliga at menna viðgerðarhættir og bøta um umstøður á heilsuøkinum.

Aftaná fegnast vit í orðum og tónum um tað góða lívið, sum eitt nú ein løta í Maggies kann skapa í Nólsoy!