Skip to main content
0
Tíðindi

Lea Kampmann og Andervel í Maggies 8 juli

By 20/06/2022juni 21st, 2022No Comments

Maggies bjóðar til dupultkonsert við framúr tónleiki.

Lea Kampmann

Fyri fýra mánaðum síðan gav Lea Kampmann fyrstu heildarútgávu sína, If I ever made you cry, I’m sorry, út. Lea fortelur søgur um ungdómslívið við allari tí hjartapínuni, fremtíðaróttanum og royndinum uppá at elska sítt egna selskap, sum tað inniber fyri hana.

Hetta kvøldið spælir Lea løgini á útgávuni á tann mátan, sum løgini vóru skrivaði. Við gittarinum, klaverinum og røddini. Birita Dam og Vinjar E. Petersen spæla við.

Andervel

“Inniligur. Námindin. Hjartafølin. Eymur.” Andervel er tónlistaliga avrikið hjá sangaraskaldinum José Luis Anderson. Hann býr nú í Íslandi, men er føddur og uppvaksin í México. Við Anderveli fagnar José sínum upphavi, klassiska sangkynstrinum og spíra sínum í Íslendsku tónleikaverðini. Á hansara listamóti spæla eymu fólkatónarnir uppá kenslubrött íslandsfjøll. Í 2020 útkom tann so lystvæntaða EP’in, Noche. Fjølmiðilin, Al Día, skýrdi hendan fyrsta geisaran at vera “eina rára perlu í spanskt mæltum musikki”. Andervel plúmmaði upp á amerikanska Topp 5 listan, “Latín amerikanskir artistar, tú burdi hoyrt” hjá Al Día – the best of the latino american experience. Næsta plátan verður nú smíðað saman úr ektaða og nektaða fólkapoppinum, við forvitna handalagnum hjá hesum unga lærlingi í heimsfevnandi tónasmiðjuni. Andervel kemur væl mannaður við Vinjari Egilsnes Petersen, og Sakarisi Emil Joensen.

 

X
X
X