Skip to main content
0
Uncategorized

Lena Anderssen í Maggies 25 mei

By 17/01/2018May 23rd, 2018No Comments

Tað verur eitt orkestur í super formi, sum trínur um gátt í Maggies. Tey vera nemlig nýliga afturkomin av Danmarkar tourne.

Tá Lena trínur á pall í Maggies í mei, er tað beint undir eitt ár hon var her seinast og rørdi okkara hjartastreingir. Tað er altíð ein sertsøk uppliving at vera á konsert við Lenu.

Longu á sínari fyrstu útgávu í 1998 gav hon okkum innlit í sínar djúpastu kenslur og tankar.
Í 2005 segði hon okkum, at vit eiga at síggja tey jaligu tingini í tilveruni og royna at síggja ljóst uppá framtíðina, hóast eina dapra fortíð sum alíkavæl ikki kann slettast úr minninum. (Can´t erase it)
Tvey ár seinni bað hon okkum vera stolt av arrunum vit hava fingið á lívsins leið og brúka tey konstruktivt. (Let your scars dance)
Í 2011 minnir hon okkum á, at líkamikið hvar tú velur at búgva, noyðist tú at fyrihalda teg til skuggan, sum altíð fylgir tær. (Dream chaser)
Og í 2016 kom so krónan á verkinum, har hon við sínari forførandi rødd leiðir okkum inn í alskyns krókar av tilveruni.

Hon syngur um einsemi og vónloysi men eisini um vónina og kærleikan, sum hóast alt fær okkum at vilja lívið við øllum tí góða tað hevur at bjóða.

Á FMA í fjør vann hennara seinasta útgáva “Eagle in the sky” eina rúgvu av prísum. M.a. ársins útgáva og best produseraða útgáva. Lena vann eisini heiðurin sum ársins sangarinna.

Við sær í Maggies hevur hon umframt mannin Niclas Johannesen, eisini Josva Debess á trummum og Johannus á Rógvu Joensen á bassi.

Vit gleða okkum nógv 🙂

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.

Um áhugi er at gista við góðum morgunmati, skal man bara ringja +298 279795 🙂