Skip to main content
0
Tíðindi

Marius DC 15 november

By 23/09/2024No Comments

Hipp-hopp kemur til Nólsoyar.

Vit vita nær country kom til Skopunar, men fríggjakvøldið 15. november kemur hipp-hopp til Nólsoyar.

Rapparin, sangarin og framleiðarin Marius DC hevur seinastu 5 árini verið við til at menna føroyska hipp-hopp pallin, ið nú telist millum best dámdu tónleikagreinar í Føroyum.

Marius var bert 15 ára gamal, tá hann gav út “The MZA EP”, ein útgáva, ið var í uppskoti til ársins útgávu, og sum hann vann heiðurin ‘Ársins nýggja navn’ fyri á FMA í 2020.

Í 2021 gjørdi hann aftur vart við seg við “Westender”, har løg sum “Gasoline”, “Respekt” og “Teenage Drama” vístu lurtarum, at ungi tónasmiðurin ikki var bangin fyri at menna sítt ljóð.

Ein ógloymandi sigur í Sement-kappingini í 2022 setti gongd á eitt ár við hópin av konsertum heima og úti. Serliga ein nógv fagnað konsert á Iceland Airwaves var minnilig.

2023 gjørdist hendingaríkasta árið, ið Marius hevur havt higartil við fimm stakløgum, harímillum “Slættaratindur” “Erligur” og “Feira”.

Ein brakandi framførsla á G! Festivalinum vísti, at Marius DC hoyrir heima á einum palli.

Seinasta árið hevur Marius arbeitt við komandi EP’ini “Listamaður”, og høvi verður at hoyra løg av hesi útgávu og annað nýtt tilfar, umframt eina rúgvu av bangers.

Marius DC gav í summar út sítt størsta tónleikaliga frávik higartil, indie balladan “Leggur Tú Enn Í” og EP’ina Live í Luftini.

Fríggjakvøldið 15.november fer Marius DC við fullum bólki á pallin í Maggies.

Marius Dam Christophersen, vokal
Benjamin Tausen á Lava, gittar
Vinjard Egilsnes Petersen, tangentar
Harald Fonsdal Johannesen, trummir