PLAY BOYS er bólkur stovnaður í 1976.
Tað vóru unglingar uppi undir Varða, sum byrjaðu at spæla tónleik saman av áhuga, men eisini ávirkaðir av spennandi livandi tónleikaumhvørvinum, familju vinum og kenningum, sum antin spældu ella høvdu stóran áhuga fyri tónleiki.
Bólkurin var mest virkin í 80´unum, har hann spældi til dans og konsertir, mest í høvuðsstaðnum. Seinni hava limirnir í bólkinum saman, ella hvør sær spælt í óteljandi bólkum, einum hópi av verkætlannum og útgávum, bæði lokalt og internationalt.
Bólkurin er kendur fyri at spæla orkuríkan og svingandi tónleik, sum funk, soul, jazz, blues, har eitt nú Al Jarreau, Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað er á skránni.
Tað eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið.
Tann framúr sangarin James Olsen, er kendur fyri vælsvingandi og skattfullan sang. Ein karismufullur sangari, sum síðani byrjan, eisini hevur slitið sær nógvu trummupinnarnar, við sínum eyðkenda og sera væl svingandi trummuspælið.
Vit gleða okkum.
James Olsen
Leivur Thomsen
Rógvi á Rógvu
Arnold Ludvig
Hans Petur í Brekkunum