
Komandi leygarkvøld 7. november kl 19:30, verður pubquiz á Maggies, við Karloti Hergeirssyni sum vertið. Tað verða tvey nólsoyarumførð, eitt tónleika umfær við tónleiki, ið vertinum dámar og eisini verður einstaklingakappingin, har tú kannst vinna gávukort frá Maggies. Bólkar á max 5 persónar.
Karlot leggur út við at bjóða øllum gestum eina vælkomstøl 😉