was successfully added to your cart.

Sildaborð í Maggies 28 oktober

By 20/09/2017Tíðindi

28 oktober bjóða vit til stórt sildaborð, sum Axel Lutzhøft tekur sær av.
Axel er royndur í kokkafakinum og hevur forkelað mangan góma millum ár og dag. Hóast vit sjálvandi ikki kunnu endurskapa stemningin úr Kagganum og Klubbanum tey árini Axel var í vælmaktini, gleða vit okkum til eina hugnaliga løtu har djúpa røddin syngur okkum eina skál 🙂

Fyrrverandi entreprenørurin Eyðun Waagstein syngur nakrar vísur til undirspæl hjá Høgna Reistrup, sum eisini trívur í nakrar av sínu egnum sangum.

Alt hetta og helst okkurt afturat, hendur millum kl. 17.00 og 19.00.
Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 19.25.
Um hugurin er at verða verandi, ber eisini til at bíða til 22.20 ella fara “all in”alla náttina og bíleggja sær kamar við super góðum morgunmati á Kaffistovuni tlf.: +298 279795

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies fyri einans kr. 200,-

Leave a Reply

X