was successfully added to your cart.
Tíðindi

Silvurdrongur og Elvito 22 november

By 09/10/2018 No Comments

Silvurdrongur og Elvito í Maggie’s.

Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.

Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið at vitja øll tey spælistøðini, har teir ikki fyrr hava spælt.

Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito.
Lagið hjá teimum “Get It On” hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, og við sær hava teir trummusláara.

Konsertin í Maggies verður hóskvøldið kl. 20.00
Atgongumerki á kr. 212,- fáast her á síðuni.

X
X