Maggies
Events by this organizer
november
frí03nov20:00frí22:00Herborg Torkilsdóttir og Ólavur á VáliCountry
Um tiltakið
Lagt verður upp til eina av hugnaligastu konsertum tú kann fyristilla tær, har Herborg og Ólavur fara at syngja øll síni kendu løg. Herborg er kend fyri at skriva sínar bersøgnu,
Um tiltakið
Lagt verður upp til eina av hugnaligastu konsertum tú kann fyristilla tær, har Herborg og Ólavur fara at syngja øll síni kendu løg.
Herborg er kend fyri at skriva sínar bersøgnu, vællýstu og beinraknu sangir. Hon hevur givið fleiri løg út, sum lýsa tað góða og tað ringa, ið lívið hevur at bjóða. Og hetta hava fólk ordiliga tikið til sín.
Ólavur hevur útgávu á baki, sum varð innspæld í USA fyri nøkrum árum síðani, umframt stakløgini, hann hevur givið út seinastu árini.
Og fyrr í ár góvu tey eitt lag út saman “Syngja í dur”.
So set kross í kalendaran fríggjakvøldið 3. november og keyp atgongumerki, og so síggjast til eitt brak av eini konsert í Maggie’s kl. 20:00
Herborg Torkilsdóttir – Sang
Ólavur á Váli Olsen – Sang og gittar
Rakul Petersen – Bass og sang
Høgni Fagraberg – Gittar og sang
Magni Husgaard – Tangentar
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur
Meira
Nær
(Fríggjadag) 20:00 - 22:00
Stað
Maggies Café
Nólsoy
januar
frí26jan20:00frí22:00Osgood/Blak/PoulsenJazz
Um tiltakið
Henda nýggja trioin sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum. Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani 90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum
Um tiltakið
Henda nýggja trioin sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum.
Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani 90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum av teimum størstu stjørnunum innan jazz og frían tónleik, har nevnast kunnu: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman og nógvar aðrar stílskaparar. Tá Kresten spælir, verða bæði áhoyrarar – og tónleikararnir hann spælir við – drignir inn í hansara ómetaliga fría, eyma og stundum ótrúliga undirhaldandi musikalitet.
Bárður R. Poulsen hevur tey seinastu 12 árini búð og virkað í Noregi, og hevur í síni tíð har verið við til at mynda bólkar sum: Wako, Espen Berg trio og Flukten, umframt nógvar aðrar verkætlanir. Hann hevur ferðast í m.a.: Japan, Kina, Grikkalandi, Suður-Afrika og runt í Evropa.
Kristian Blak kenna og virða vit øll sum tónleikara, komponist og fyriskipara. Við bólkinum Yggdrasil hevur hann givið tíggjutals plátur út, og spælt konsertir um allan heimin.
Kristian og Bárður hava spælt saman síðani Bárður var tannáringur. Teir hava ferðast runt og spælt við Yggdrasil og Kvonn í Danmark, Bulgaria og Sibiria, og vóru tveireinir í Beijing, har teir spældu tríggjar konsertir.
Kristian er ein frælsur tónleikari, sum letur sítt hugskygni leiða. Vit hava tó sjáldan hoyrt hann spæla tónleik heilt uttan rammur, sokallaðan frían tónleik, og við hesi trioini fara vit at hoyra hvat hann finnur uppá, tá einki er avgjørt áðrenn farið verður á pall. Trioin er eitt spennandi møti milllum tríggjar tónleikarar, sum kunnu finna uppá hvat sum helst, og tað verður heilt sikkurt ein konsert sum fer at vekja áhuga og enntá hála í smílibondini.
Kristian Blak, klaver
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, trummur
Meira
Nær
(Fríggjadag) 20:00 - 22:00
Stað
Maggies Café
Nólsoy