Tlf. 327199 ella 228130
Soleiðis er opið í vetur. Galdandi frá 20 august til miðjan mai:
Fríggjadag kl. 17.00 til midnátt
Leygardag kl. 13.00 til midnátt
Sunnudag kl. 14.00 til 22.00
Køkurin er opin allar dagar til 19.00
Maggies Café er ein hugnalig Café í Nólsoy, ið hevur til endamáls at savna fólk til gaman og álvara.
Umframt livandi tónleik, ber eisini til at stytta sær um stundir við Dart, kortum, Backgammon, Talvi og øðrum spølum.
Stutt sagt, er endamálið við Maggies, at skapa trivna í Nólsoyarbygd og samstundis bjóða vitjandi í oynni ein lættan verða. Hvat, sæst undir menu.
Heimagjørdur ísur, tølandi drykkir og mentanarligt input eru eisini partur av palettini. Køkurin er opin til kl. 19.00 hvønn dag.
Um áhugi er fyri skeiðvirksemi við mati í Maggies í vetrarhálvuni, ber til at skriva til okkara á maggies@maggies.fo, so finna vit útav onkrum.
Tónleikarar og onnur eru hjartaliga vælkomin at vísa síni kynstur í Maggies. Tann ella tey sum framføra áseta og eiga sjálvi prísin við hurðina. Um Maggies skal leverað ljóðmann kostar tað kr. 500,-.
Maggies hevur sjálvandi avtalu við Koda. ☺
Tá konsertir eru, vilja vit at tónleikurin er í miðdeplinum og vænta tí at áhoyrarnir ikki tosa óneyðuga nógv undir framførslunum.
Keyp av atgongumerkjum til tiltøk, kunnu avgreiðast her á síðuni ella í Maggies. Vit avleggja ikki atgongumerki.
Peningur fyri keypt atgongumerki verður ikki returneraður uttan so at tiltakið verður avlýst!
Í útgangsstøðuni er øll hjartans vælkomin í Maggies, men vit forvænta sjálvandi at gestir okkara uppføra seg sum siviliseraði fólk og ikki órógva aðrar gestir. Okkara vón er eisini, at virðing verður víst fyri Nólsoyarbygd sum heild.
Stutt sagt, eru næstan øll vælkomin í Maggies.
Primitivar verur, ið ikki duga sær hógv, fáa karantenu fyri lívstíð!