Skip to main content
0
Uncategorized

Eyðun, Terji & Kim í Maggies 26 januar

By 28/09/2017December 18th, 2017No Comments

Nú koma teir endiliga aftur í Maggies saman. Menninir, ið hava undirhildið Føroya fólk í áratíggir við sínum mongu hittum.

Bæði saman og hvør sær hava teir gjøgnum tíðina levera eitt ótal av sangum, ið flest øll hava tiki til sín.

Meðan Kim nýliga hevur givið út staklag, er Eyðun aktuellur við nýggjari útgávu við 14 skeringum, nevnd “Dagur legst at degi”.
Terji hevur einki latið úr hondunum síðan 2012. Hann hevur verið meira upptikin av Maggies.

Kanska fara vit at hoyra nøkur nýggj løg men tað verða fyrst og fremst stórhittini sum verða framførd.

Vit í Maggies gleða okkum at síggja tykkum í Nólsoy til hetta uttan iva lívliga og stuttliga kvøld. Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni og í Maggies.
Ternan siglir úr Havn kl. 16.20 og 18.00 fríggjadag.

Um hugur er at yvirnátta við lekrum morgunmati, letur hetta seg gera við at seta seg í samband við Kaffistovuna tlf. 279795.
Síggjast 🙂