Eftir 27 september 2025 er Maggies ikki til meira.
Maggies Café var ein hugnalig Café í Nólsoy, ið hevði til endamáls at savna fólk til gaman og álvara.
Umframt livandi tónleik, bar eisini til at stytta sær um stundir við Dart, kortum, Backgammon, Talvi og øðrum spølum.
Stutt sagt, var endamálið við Maggies, at skapa trivna í Nólsoyarbygd og samstundis bjóða vitjandi í oynni ein lættan verða. Hvat, sæst undir menu.
Heimagjørdur ísur, tølandi drykkir og mentanarligt input vóru eisini partur av palettini. Køkurin var opin til kl. 19.00 hvønn dag.
Um áhugi var fyri skeiðvirksemi við mati í Maggies í vetrarhálvuni, bar til at skriva til okkara á maggies@maggies.fo, so funnu vit útav onkrum.
Tónleikarar og onnur vóru hjartaliga vælkomin at vísa síni kynstur í Maggies. Tann ella tey sum framførdu ásettu og áttu sjálvi prísin við hurðina. Um Maggies leveraði ljóðmann, kostaði tað kr. 500,-.
Maggies hevði sjálvandi avtalu við Koda. ☺
Tá konsertir vóru, vildu vit at tónleikurin var í miðdeplinum og væntaðu tí at áhoyrarnir ikki tosaðu óneyðuga nógv undir framførslunum.
Keyp av atgongumerkjum til tiltøk, kundu avgreiðast her á síðuni ella í Maggies.
Í útgangsstøðuni vóru øll hjartans vælkomin í Maggies, men vit forvæntaðu sjálvandi at gestir okkara uppførdu seg sum siviliseraði fólk og ikki órógvaðu aðrar gestir. Okkara vón var eisini, at virðing varð víst fyri Nólsoyarbygd sum heild.
Stutt sagt, vóru næstan øll vælkomin í Maggies.
Primitivar verur, ið ikki dugdu sær hógv, fingu karantenu fyri lívstíð!
