Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Lena í Maggies 25 juni

By Uncategorized

Lena Anderssen vitjar aftur í Maggies 

Seinast Lena vitjaði Maggies var í oktober 2019, so vit gleða okkum til eitt kvøld, ið vit heilt vist rokna við fer at vera bæði intenst og inniligt. Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir við sangum so sum Oh Brother With The Broken Wing og Stones In My Pocket, meðan vit eisini kunnu roknað við at orkestrið fer at seta sín dám á í løgum so sum Let Your Scars Dance, Eagle In The Sky og Dream Chaser. Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Lena hevur lati okkum fimm útgávur higartil og tvey stakløg komu í fjør. Væntandi kemur nýggj útgáva seinni í ár og roknast kann eisini við at okkurt av tí verður framført.
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

 

 

Trio Svin í Maggies 15 mai

By Uncategorized

Tungar rútmur, bráðræsið spæl og ótamd orka

Sum ein mótstøðurørsla til tann vakra norðurlendska fólkatónleikin, so stríðist Trio Svin eitt heiðurligt stríð, fyri at gera heimin eitt sindur meira andskræmiligan við hvørjari konsert. Trio Svin er kjølfestur í norðurlendsku og amerikonsku fólkatónleikarasiðvenjuni, bara við einum skálkabrosi, einari ørari tónlistarligari tilgongd, og einum listinlærdum hugburði.
Trio Svin spælir júst tann fólkatónleikin, sum tygum ikki visti, at tygum høvdu tørv á.

Teirra ráa og ektaða úttrykk endaði við einari tilnevning sum “ársins talent”, tá DMA Roots-heiðurslønirnar skuldu handast í 2020.

Slagverk: Magnus Heebøll
Gittar: Søren Røgen
Fiól: Thyge van Dassen

Útgávur: Ornernes Magt” (2014)

Maggies Café

Maggies letur upp aftur 3 mars

By Uncategorized

Vit í Maggies lata dyrnar uppaftur hósdagin 3 mars kl. 17.00.
Vit byrja við PubQuiz har Alice Simonsen er vertur.
Fríggjadagin 4 mars lata vit upp kl. 17.00. Og Sharon´s men spæla konsert kl. 20.00. Atgongumerki á kr. 110,- kunnu keypast her á síðuni.

Annars er opið soleiðis frá mars til 1. mai:
Hósdag kl. 13 til 19
Fríggjadag kl. 13 til 23
Leygardag kl.  13 til 23
Sunnudag kl. 14 til 20
Køkurin steingir kl. 19 allar dagar.

Frá 1. mai til 4. september er opið hvønn dag frá kl. 13.00
Køkurin er opin hvønn dag frá kl. 13 til 19.

Sildaborð í Maggies 23 dec.

By Uncategorized

Føðingardagur Jákup á Møns verður hildin í Maggies 23 december.
Tað verður Anfinn Nielsen, ið tekur sær herligheitunum. Og hvør veit, kanska hann trívur í ein slagara eisini 🙂

Vit lata dyrnar upp við vælkomssnapsi kl. 17.00 og hava opið til midnátt.

Annars verður opið í Maggies 27 til og við 30 dec. frá kl. 17.00 til 22.00

Jólaborðhald fyri tónleikarar

By Uncategorized

Leygarkvøldið 8 januar hava vit jólaborðhald fyri tónleikarar.

Borðhaldið byrjar kl. 17.00. Ternan fer úr Havn kl. 16.20.
Um áhugi er at gista, hava vit møgleika at leiga eini hús til 10 sovandi mans. Men vit ganga tó útfrá at vit halda á til tann ljósa morgun til Ternan fer úr aftur Nólsoy sunnumorgum kl. 09.55. Um mann, against all odds, vil sleppa til Havnar aftur sama kvøld, fer Ternan úr Nólsoy kl. 22.25.

Tað verður Anfinn Nielsen sum fer at kokkast og menuin verður hendan:
Forrættur.
Heimagjørt høsnarungasalát v. ananas & bacon tern.
Høvuðsrættur.
Húnangsmarinerað Skinkusteik av Svína uttarlæri v. sinnopsglasuri, rómaeplum og grikst inspireraðum grønmeti.
Omaná bjóða vit heimagjørdan ís við kaffi og cognac.

Prísurin fyri kvøldið er kr. 320,- sum kann gjaldast her á síðuni undir tiltøk.
Við í prísinum er vælkomst snapsur + ein við borði, maturin við kaffi og cognac og tvey gløs av víni. Annars vera drekkivørur at keypa til sámuligan prís í barrini.
Tað eru einans pláss fyri 32 kuvertum, so tað ræður um at skunda sær.

Instrumentir vera á pallinum so høvi verður at jamma til tann ljósa morgun 🙂

 

Oktober fest í Maggies 16 oktober

By Uncategorized

Vit í Maggies bjóða til oktoberfest 16 okt.
Vit vóna at fólk koma festligt ílatin í lederhosen o.s.fr. til tiltaki.

Vit lata dyrnar upp kl. 17.00 har høvi verður at keypa bayerskar pylsur við køldum epla salati.
Playlistin verður fyltur við tyrolara tónleiki og Hákun Andreas spælir frá kl. 23.00

Vit gleða okkum at taka ímóti vælkløddum og glaðum fólkum.

Síggjast

Róin Siggertsson í Maggies á Ovastevnu

By Uncategorized

Tað verður eingin annar enn okkara egni R&B kongur sum fer at undirhalda okkum leygarkvødið 14 august á Ovastevnu.
Róin byrjar at spæla kl. 20.00 og gudarnir mugu vita hvussu leingi hann heldur á.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll og vóna vit fáa eitt fantastiskt kvøld.

Maggies Café

Soleiðis er opið í Maggies

By Uncategorized
Tað er við gleði at vit nú kunnu boða frá at Maggies er opið til 1 september.
Tað eru lokalar kreftir, Hannis og Óli Svein, sum hava tiki stig til at hava opið aftur eina løtu.
Upp og afturlatingartíðirnar eru hesar:
Týsdag kl. 13.00-19.00
Mikudag kl. 13.00 – 19.00
Hósdag kl. 13.00 – 19.00
Fríggjadag kl. 13.00 – 24.00
Leygardag kl. 13.00 – 24.00
Sunnudag kl. 14.00 – 19.00
Køkurin er opin allar dagar til kl 19.00
Mánadag er stongt
Maggies er stongt frá 1 september til 1 februar tá Margreth og Terji aftur verða tínir vertir.
Maggies Café

Maggies stongt!

By Uncategorized

Maggies er stongt restina av árinum!

Tó verður okkurt lokalt tiltak í leypi av heystinum og um jól tíðir.

Annars venda vit sterkt aftur 26 februar komandi ár.

Haldi okkum til góðar.

Maggies will be closed for the rest of the year.

Vera Kondrateva & Yggdrasil 16 juli kl. 20.00 (Avlýst)

By Uncategorized

Hendan konsertin er tíverri avlýst!

Vera Kondrateva & amp; Yggdrasil.
Khanty sangarin Vera Kondrateva úr Sibiriu hevur vitjað í Føroyum regluliga síðani 2016
og spælt víða um við Yggdrasil úr Italiu til Grønlands og Sibiriu.
Føroyski bólkurin Yggdrasil er stovnaður í 1981 av Kristiani Blak, sum hevur skrivað
størsta partin av tilfarinum.
Yggdrasil hevur útgivið 20 fløgur og plátur og framført tónleik í øllum heimspørtum – tó Antarktis undantikiVera Kondrateva & Yggdrasil.
Atgongumerki á kr 50,- fáast við dyrnar.

English
Khanty singer Vera Kondrateva from Sibiria has visited Faroe Islands regularly since
2016 and been touring with Yggdrasil from Italy to Greenland and Sibiria.
Yggdrasil is a Faroese ensemble formed in 1981 by composer & pianist Kristian Blak,
who has written most of the material for the group.
Yggdrasil has over the years released 20 albums and toured all continents.
Tickets can be bought at the entrance dKr. 50,-