So var hann aftur í Maggies. Hesin teatralski guitaristurin og sangarin, sum megnar at rúnarbinda eina mannamúgvu.
Inn til víðari hevur hann lati tríggjar útgávur frá sær, sum allar hava fingið avbera góð skotsmál. Tær eru Stories Of Devils, Angels, Lovers And Murderers , Man og kanska komandi Songs for NoThing.
Sangirnir sum spældir verða eru av áðurnevndu útgávum.
Búi er sjálvandi eisini kendur millum børnini. Hann hevur saman við Dánjal á Neystabø givið eina rúgvu út við Ævintýrferðini.
Vit gleða okkum at hoyra Búa aftur. Hesuferð saman við Magnus Johannessen og kanska Rógva á Rógvu og Ásu Wraae.
Vit kenna hann øll, so okkum nýtist ikki at siga so nógv um mannin.
Altíð fullur av orku og kærleika til áhoyrarnar.
Vit gleða okkum enn einaferð at hoyra Jens Marna við okstrið spæla allar sínar klassikarar.
Umframt Jens Marna eru eisini Jósva Debess á trummum og Pauli Magnussen á bassi.
Atgongumerki fáast her á síðuni.
Kári og Hans Jacob hava spælt tónleik saman, síðani teir gingu í studentaskúlanum við Gøtugjógv síðst í áttati- og fyrst í nítiárunum. Beint fyri jól í fjør góvu teir út fløguna “Eystanduni”. Á fløguni eru 12 nýggj løg, sum teir hava gjørt til yrkingar úr savninum Eystanduni, ið H.D. Joensen týddi og gav út í sjeytiárunum. Yrkingarnar stava frá sonevnda T’ang tíðarskeiðinum í Kina, ið vardi frá 7. til 9. øld. Hetta er aðru ferð, at teir nýta yrkingar úr hesum savni. Fyrru ferð var í 1992, tá ið teir fóru undir sangirnar, ið komu út á fløguni ”Dreymaspøl.” Umframt sangir av hesum báðum útgávum, spæla Kári og Hans Jacob sangir, ið teir hava givið út hvør sær.
Kári og Hansj Jacob hava góðar menn afturat sær tá teir vitja Maggies.
Gwendolyn Blaga Philbrow, sello; Óli á Grindaflótti, tangentar; Sámal M. Johannesen, bass og Harald Fonsdal Johannesen, trummur.
Konsertin er kl. 20.00 og atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.
Eyka konsert við Eivør 19 juli kl. 17.00
Av tí at konsertin kl. 20.00 varð útseld so skjótt, hevur Eivør játtað at hava eyka konsert fyrr um dagin.
Ternan fer úr Havn kl. 12.30 og 16.20. Møguleiki er at sleppa til Havnar aftur 18.25.
Um man vil vera í Nólsoy longur, er møguleiki at uppliva blíðskapin í kaffistovuni tá konsertin kl. 20.00 byrjar 🙂
Atgongumerki fáast her á síðuni.
Fríggjadagin 12 apríl útkom tann higartil týdningarmiklasta føroyska shitpunk útgávan í ár!
The Reson for Hardcore Vibes!
Tíggju provokerandi og catchy slagarar! Teirra í millum eru “Drugs R’4 Kidz”, “If You Believe in Eating Meat, Start With Your Dog” og “Wonderwall.”
Leygarkvøldið tann 05/11/2019 hava Joe & the Shitboys útgávukonsert í Maggies!
Konsertin verður garanterað full av crazy orku, hardcore vibes, fun times og kenslubornum løtum!
Atgongumerki fáast her á síðuni.🙂
Hóast JASMIN er ein rættiliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, hava tey longu smelta mong hjørtu og spælt nógv runt landið seinastu 2 árini.
Bólkurin byrjaði í 2017 har tey sama ár vunnu Sement kappingina.
Bókurin hevur eitt globalt verðinsljóð við einum samantvinningi av soul og elektroniskum poppi. Samtundis dregur bólkurin íblástur úr lívinum í Føroyum, har sirm av myrkari tónum av og á krýpa inn í ljóðmyndina.
Hugtakandi avhendingin og spennið hjá sangarinnuni, Jasmin Mote, gevur tónleiki teirra eina einskilaða og originala rødd, sum víðkar ljóð teirra langt út um føroysku landoddarnar.
Til ’’Faroese Music Awards 2019’’ vann Jasmin prísin ’’´Ársins Kvinnuligi Sangari’’.
Bólkurin JASMIN er uppá stutta tíð vorðin ein av teimum mest umtóktu nøvninum í Føroyum.
Jasmin Mote à Vokal
Bergur Fonsdal Johannesen à Bass, sampling
Harald Fonsdal Johannesen à Trummir
Vinjar Egilsnes Petersen à Keyboard og synths
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her á síðuni.



