Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Høgni Lisberg 25 januar

By Uncategorized

Nakað langt hevur verið ímillum konsertirnar við Høgna seinastu árini. Men í farna ári hava nakrar konsertir verið á skránni, m.a á G! Festivalunum, og nú gongur leiðin til Maggies í Nólsoy.

Við sær á pall hevur hann tónleikaligu kammerátarnar Jan Rúna Poulsen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (keys).

Trioin fer at framføra eina konsert á tremur við eyðkendum Høgnaløgum um kollvelting, órætt, myrkur og – viktigast av øllum – kærleika!

Høgni hevur givið seks solo plátur út frá 2003 til 2014 og hann er virkin í fleiri ymsum samanhangum á føroyska tónleikapallinum. Sangir hansara hava milliónir av spælingum á netinum, og hava verið nýttir í sjónvarpsrøðum og lýsingum kring heimin, líka frá USA til Avstralia.

Høgni hevur áður túrað í Evropa og framført á Roskilde Festival, Spot Festival, Iceland Airwaves, SXSW, Midem, Italia Wave Love o.a.

Mynd: Sigga Ella

Fróði Hansen 29 mai

By Uncategorized

Mikukvøldið 29. mai verður høvi at hoyra Fróða Hansen við bólki í Maggies.

Fróði og manning hava í fleiri umførum í 2018 verið í Studio Bloch og upptikið komandi føroysku útgávuna hjá Fróða, ið kemur at kallast “Hola”.

Øll útgávan umframt eldri løg hjá Fróða verða framførd hetta kvøldið.

Manningin í bólkinum: Fróði Hansen, Mattias Kapnas, Bartal Augustinusen og Per Ingvald Højgaard Petersen

 

Backgammon kapping 16 februar

By Uncategorized

Leygardagin 16 februar kl. 15.00 skipa vit í Maggies fyri Backgammon kapping við max 32 luttakarum.

Luttakara gjaldið er kr.100,-

1 premia er kr. 3000,-, 2 premia gávukort frá Maggies áljóðandi kr. 500,- og 3 premia gávukort frá Maggies á kr. 200,-

Kappingin er skipa í Cup system soleiðis at fyrst spæla 16 í móti 16 uppí 11 stig.
Síðan 8 móti 8 osfr. Hvør møtir hvørjum, verður avgjørt við lutakasti.

Satsterningurin verður brúktur og einki mark er fyri hvussu nógvir prikkar kunnu vera á hvørjari linju.

Ternan fer úr Havn kl. 12.30 og tilber at fara úr aftur Nólsoy kl. 16.50, 19.25 og 22.20.
Barrin er opin allan dagin eins og tað eisni ber til at keypa mat til kl. 20.00.

Fyri at vera við skal man rinda kr. 100,-  her á síðuni undir tiltøk Backgammon 16 februar ella í Maggies.

Vónandi taka fólk væl í móti hesum tiltaki, sum vónandi verður afturvendandi hvørt ár.

Vit gleða okkum at síggja tykkum 🙂

 

Jólaborðhald fyri tónleikarar 4 januar

By Uncategorized

Maggies bjóðar tónleikarum til jólaborðhald 4 januar, sum helst er tað vikuskifti í árinum har allir tónleikarar hava minst at gera.

Tað eru einans pláss fyri 32 fólkum, so tað ræður um at skunda sær at melda til.

Eftir vælkomstsnapsin fara vit til borðs har borðreitt verður við piparbúffi við chips, sós, salat og einum glasið av víni afturvið.
Omaná fáa vit heimagjørdan ís við kaffi og Cognac/Baileys.

Alt hetta kostar kr. 350,- pr. kuvert, sum verður goldið við dyrnar tá man kemur. Vit taka sjálvandi eisini øll kort 🙂
Drekkivørur út yvir tað sum er nevnt, kunnu keypast í barrini. Pilsnar kr. 30,- og gull 35,-.

Man skal bara melda seg til á maggies@maggies.fo

Á pallinum stendur trummusett, bass amp, 1 gtr amp, auk. piano og 4 mics., sum øll eru hjartaliga vælkomin at brúka 🙂
Man er sjálvandi vælkomin at taka egin instrumentir við eisini.

Kvøldið byrjar kl. 17.00 og Ternan fer úr Havn kl. 16.20.
Officielt er borðhaldið liðugt kl. 22.00 men um fólk vilja verða verandi er man sjálvandi vælkomin til tess. Tað ber eisini til at ringja til Johonnu á Kaffistovuni um yvirnátting. Hon hevur atgongd til øll tóm hús sum verða leiga út í Nólsoy. Tlf. 279795

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vinaliga
Margreth og Terji

Signar í Homrum 18 mai

By Uncategorized

Nú verður Signar aftur at hoyra í Maggies í mai.

Signar hevur í nógv ár undirhildi føroyingum víða hvar í ymsum samanhangum men legði landið fyri sínar føtur við sanginum “Tað er gott at elska” hjá Bubbi Mortens.
Hevur fingið góð skoðsmál fyri sína versión av sanginum frá komponistinum sjálvum.

Síðan hevur hann levera hit eftir hit.

Vit kenna hann annars frá Kjølum og ROX. Signar gjørdi eisini nakrar sangir hjá vælumtókta bólkinum All that Rain.
Vit gleða okkum.

Seinast hann var í Maggies 🙂

Silvurdrongur og Elvito 22 november

By Uncategorized

Silvurdrongur og Elvito í Maggie’s.

Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.

Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið at vitja øll tey spælistøðini, har teir ikki fyrr hava spælt.

Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito.
Lagið hjá teimum “Get It On” hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, og við sær hava teir trummusláara.

Konsertin í Maggies verður hóskvøldið kl. 20.00
Atgongumerki á kr. 212,- fáast her á síðuni.

Pub Quiz í Maggies í vetur

By Uncategorized


Frá og við sunnukvøldinum 30 september, verður Alice Simonsen vertur fyri Pub Quiz í Maggies fjórða hvørt sunnukvøld kl. 19.30.

Umframt tær vanligu tríggju rundurnar, er eisini ein einkult runda, har møguleiki er at vinna gávukort frá Maggies 🙂

So Nólsoyingar,… og onnur, møti fjølment og deil tykkara vitan og vísdom við okkum óvitandi.

Jólaborðhald í Maggies

By Uncategorized

Tað er útselt til øll jólaborhaldini.

So bjóðar Maggies aftur til hugnalig jólaborðhald leygarkvøld 24 november, 1, 8 og 15 december.
Borðhaldið byrjar kl. 17.00. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.
Tað eru fá pláss eftir. Undir tiltøk, ber til at síggja hvat er eftir.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur
Laksaroulada
við spinat og rómaosti
Borðreidd við breyði og urtadypp
Hvítvín

Høvuðsrættur
Svínakambur stoktur sum vilt
við kryddraðum petit eplum,
viltsós og salati við m.a. nøtum og appelsinum
Reyðvín

Omaná
Risalamande við kirsiberjasós
Kaffi við Cognac ella Baileys

Undirhald
Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.
Bjarni Lisberg leikar leikandi lætt eftir tangentunum og spælir undir til felagssangin.
Skemtiliga íkasti stendur Snæbjørn Hansen fyri.

Kostnaðurin er kr. 950,-
Íroknað prísin er eisini ein vælkomst snapsur.
Aðrar drykkivørur kunnu keypast í barrini
Ferðaseðilin við Ternuni kostar kr. 40,- aftur og fram.

Tilmelding á maggies@maggies.fo

max. 32 fólk

Gjaldast skal 14 dagar áðrenn!

Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Síggjast 🙂

TEITUR 5 oktober

By Uncategorized

Teitur á konsertferð

Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu. 11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt. “I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.

Mynd: Tróndur Dalsgaard

Meir fæst at vita á teitur.com

Páll Finnur Páll 12 oktober

By Uncategorized

Hittsmiðirnir úr Páll Finnur Páll fara at fylla Maggies við sínum vælsnaraða poppi fríggjakvøldið 12. oktober kl. 20

Fáir bólkar í Føroyum hava so høga syngið-við-góðsku sum Páll Finnur Páll, tí verður talan um eitt festligt kvøld við bermanninum, forelskaða sjónleikaranum, grannanum, teimum á Herberginum, gulldamuni, Randi, Rasputin og øllum hinum.

Røðin av útgávum hjá Páll Finnur Páll er føroysk poppsøga í livandi líki, og soleiðis er eisini við nýggju løgunum, ið bólkurin júst hevur latið úr hondum. Hóast bólkurin komandi ár er 20 ár, so boða nýggju løgini hvørki frá metaltroyttleika ella vaksnamannalótum. Páll Finnur Páll spæla øll hittini í Maggies 12. oktober.