Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Spælimenninir í Nólsoy 16 februar

By Uncategorized

Tølandi tónar – Trampandi tær – Smittandi spæligleði
Charmerandi Spælimenn

Tað eru Spælimenninir í Nólsoy

Bólkurin stavar heilt aftur frá 1986, tá Michael Thomsen, Erlendur Simonsen,
Charles Gade og Hilmar Joensen fóru undir at spæla spælimanstónleik.
Spælimenninir hava verið virknir so at siga uttan íhald, men við eitt sindur
skiftandi manning. Seinastu árini hevur kjarnan í bólkinum tó verið stabil :
Hilmar Joensen, harmonika, Finn Hansen, harmonika, Kim Hansen, tangentar og
sang, Michael Thomsen, bass og so Angelika Nielsen, ein eingil við fiól.
Nú er Ívar Bærentsen eisini vorðin fastur partur av spælimonnunum. Ívar er eitt
multitalent, sum hevur nógvar royndir innan fólkatónleik.
Spælimenninir hava altíð spælt útlendskan tónleik,ofta við rót innan tað keltiska ,
eitt nú úr Írlandi, Hetlandi, Skotlandi og Norður Amerika. Men tann norðurlendski
fólkatónleikurin eigur eisini pláss í tónleikaskránni.
Seinastu árini hava fleiri av spælimonnunum skrivað tónleik til bólkin, og hetta er
so eisini ein partur av skránni, sum vit gleða okkum at presentera fyri tykkum
fríggjakvøldið 16. februar á Maggies.
Atgongumerki fáast her á síðuni ella í Maggies 🙂

Lena Anderssen í Maggies 25 mei

By Uncategorized

Tað verur eitt orkestur í super formi, sum trínur um gátt í Maggies. Tey vera nemlig nýliga afturkomin av Danmarkar tourne.

Tá Lena trínur á pall í Maggies í mei, er tað beint undir eitt ár hon var her seinast og rørdi okkara hjartastreingir. Tað er altíð ein sertsøk uppliving at vera á konsert við Lenu.

Longu á sínari fyrstu útgávu í 1998 gav hon okkum innlit í sínar djúpastu kenslur og tankar.
Í 2005 segði hon okkum, at vit eiga at síggja tey jaligu tingini í tilveruni og royna at síggja ljóst uppá framtíðina, hóast eina dapra fortíð sum alíkavæl ikki kann slettast úr minninum. (Can´t erase it)
Tvey ár seinni bað hon okkum vera stolt av arrunum vit hava fingið á lívsins leið og brúka tey konstruktivt. (Let your scars dance)
Í 2011 minnir hon okkum á, at líkamikið hvar tú velur at búgva, noyðist tú at fyrihalda teg til skuggan, sum altíð fylgir tær. (Dream chaser)
Og í 2016 kom so krónan á verkinum, har hon við sínari forførandi rødd leiðir okkum inn í alskyns krókar av tilveruni.

Hon syngur um einsemi og vónloysi men eisini um vónina og kærleikan, sum hóast alt fær okkum at vilja lívið við øllum tí góða tað hevur at bjóða.

Á FMA í fjør vann hennara seinasta útgáva “Eagle in the sky” eina rúgvu av prísum. M.a. ársins útgáva og best produseraða útgáva. Lena vann eisini heiðurin sum ársins sangarinna.

Við sær í Maggies hevur hon umframt mannin Niclas Johannesen, eisini Josva Debess á trummum og Johannus á Rógvu Joensen á bassi.

Vit gleða okkum nógv 🙂

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.

Um áhugi er at gista við góðum morgunmati, skal man bara ringja +298 279795 🙂

 

Hjarnar í Maggies 24 mars

By Uncategorized

Tað er ikki á hvørjum degi at Hjarnar trína á pallin. Og so yvirhøvur ikki á so lítlan pall sum Maggies.
Tí er hetta eitt serstakt høvi at koma tætt uppá legendurnar 🙂

Í nærum tvey ára tíggju var Hjarnar bólkurin yvir øllum bólkum. Við tí karesmatiska frontmanninum Karl Martin Samuelsen, løgdu teir landið fyri sínar føtur. Einstakar uttanlands ferðir vóru eisini á skránni. Teir fingu annað pláss í kapping á Radio Luxemburg við sanginum Breaking my heart, sum saman við Ljóðmynd við Terja & Føstufressum, var kosin aldarinnar sangur.

Vit gleða okkum at ferðast afur í tíðina saman við Hans, Eyðun, Jógvan og Karl Martin og hoyra allar klassikararnar, meðan vit droyma okkum aftur á tíðina tá man ferðast langt fyri at hoyra Hjarnar.

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.

Um áhugi er fyri at yvirnátta við góðum morgunmati, skal man bara ringja +298 279795 🙂

 

 

Budam í Maggies 17 februar

By Uncategorized

So var hann aftur í Maggies. Hesin teatralski guitaristurin og sangarin, sum megnar at rúnarbinda eina mannamúgvu.

Inn til víðari hevur hann lati tríggjar útgávur frá sær, sum allar hava fingið avbera góð skotsmál. Tær eru Stories Of Devils, Angels, Lovers And Murderers , Man og kanska komandi Songs for NoThing.

Sangirnir sum spældir verða eru av áðurnevndu útgávum.

Búi er sjálvandi eisini kendur millum børnini. Hann hevur saman við Dánjal á Neystabø givið eina rúgvu út við Ævintýrferðini.

Vit gleða okkum at hoyra Búa aftur. Hesuferð saman við Magnus Johannessen og kanska Rógva á Rógvu og Ásu Wraae.

Hallur Joensen í Maggies 8 juni

By Uncategorized

Hallur hevði eina av fyrstu konsertunum sum vóru í Maggies. Nú er hann endiliga aftur. Hallur er ivaleyst okkara populerasti country sangara og er tað tí ein sjálvfylgja at hann ber heiti “Country kongurin” 🙂

Hallur hevur roynt mangt og hvat á sínari tónleikaligu lívsleið. Hann hevur millum annað sungið við so stórum legendum sum Bellamy Brothers, Bobby Bare, Kris Kristofferson og Charley Pride.

Vit gleða okkum at hoyra Hallur aftur í Maggies saman við vinfólki.

Atgongumerkini kunnu keypast her á síðuni og um hugur er at yvirnátta við góðum morgunmati, ringir man bara tlf. nr. 279795 og bíleggur kamar 🙂

Eyðun, Terji & Kim í Maggies 26 januar

By Uncategorized

Nú koma teir endiliga aftur í Maggies saman. Menninir, ið hava undirhildið Føroya fólk í áratíggir við sínum mongu hittum.

Bæði saman og hvør sær hava teir gjøgnum tíðina levera eitt ótal av sangum, ið flest øll hava tiki til sín.

Meðan Kim nýliga hevur givið út staklag saman við Dagfinni Olsen, er Eyðun aktuellur við nýggjum sangi 2Syng mítt hjarta.
Terji hevur latið ein sang hvørt ár í 20’unum.

Kanska fara vit at hoyra nøkur nýggj løg men tað verða fyrst og fremst stórhittini sum verða framførd.

Vit í Maggies gleða okkum at síggja tykkum í Nólsoy til hetta uttan iva lívliga og stuttliga kvøld. Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni og í Maggies.
Teistin siglir úr Havn kl. 16.20 og 18.00 fríggjadag.

Síggjast 🙂

Påls Butikk í Maggies 2 mars

By Uncategorized

Soleiðis verður sagt um hesar norskur Poprokkararnar 🙂

“Omtalt som et Foo Fighters på norsk, har Påls butikk lagt lista høyt. Bandet skiller seg ut med stor produksjon og aktivitet med utgivelser, konserter og videoblogging. Etter opprettelsen for 2 år siden har bandet gitt ut en EP og en rekke singler, samt albumet ”Duft fornuften” som fikk gode anmeldelser og radiospilling både på riksdekkende og lokale radiostasjoner. Under et halvt år etter albumslipp har Påls butikk nye låter klare for enda et album. Se opp for singler i 2017 og albumslipp i januar 2018.”

Mirja Klippel í Maggies 19 apríl

By Uncategorized

Her er eitt sindur um damuna sum vitjar í Maggies, tá aftur byrjar at vára 🙂

Prisvindende sangskriver forener vildskab, poesi og melankoli.

Årets Sangskriver – det var den ærefulde pris, som juryen ved Danish Music Awards Folk i 2016 valgte at tildele den unge finske sangerinde og sangskriver, Mirja Klippel. Klippel, der har base i København, fik prisen på baggrund af sit debutalbum, Lift Your Lion, som hun udgav i foråret 2016 sammen med den anerkendte danske guitarist, Alex Jønsson.

Klippel synger om kærlighed, krig og afsavn; om blodsbånd og bedstefædre i kamp for hvert sit fædreland. Om skovene, søerne og dyrene. Hun synger om nomadeliv og næstekærlighed – og om aldrig helt at høre til. Teksterne er en perlerække af intense og til tider indestængte følelser, som eksploderer, når Klippels dybe, længselsfulde stemme og spanske guitar møder Jønssons falset og frit fraserende, elektriske guitar.

Sammen skaber de et knitrende, musikalsk univers, der konstant er i bevægelse. Som nordlyset, der det ene sekund står knivskarpt og det næste sekund flagrer og flakker i uforudsigelige formationer. Der er åbne akkordprogressioner, frie, solistiske guitarpræstationer og iørefaldende meloditoner, der sender de inderste tanker og følelser på himmelflugt.

Klippels musik er et nødblus – poetiske og personlige sange, der lyser op i selv de dybeste skove og mørkeste sind.

 

Jólaborðhald í Maggies

By Uncategorized

So bjóðar Maggies aftur til hugnalig jólaborðhald leygarkvøld 18 og 25 november og 2 og 9 december.
Borðhaldið byrjar kl. 17.00. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur
Toskur
dampaður í sitrus
Borðreiddur við salati og urtadypp
Hvítvín

Høvuðsrættur
Svínakambur
Marineraður við pipari, bjarnarleyki (ramsløg) og soppasós
Reyðvín

Omaná
Rís a’lamande við kirsiberjasós
Cognac ella Baileys

Undirhald
Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.
Hákun Hansen trívur í nakrar sangir, eins og hann eisini spælir undir til felagssangin.
Skemtiliga íkasti stendur Snæbjørn Hansen fyri.

Kostnaðurin er kr. 750,-
Íroknað prísin er eisini ein vælkomst snapsur.
Aðrar drykkivørur kunnu keypast í barrini 🙂
Ferðaseðilin við Ternuni kostar kr. 40,- aftur og fram.

Tilmelding á maggies@maggies.fo ella á tlf. 327199/228130

max. 32 fólk

Gjaldast skal í seinasta lagi 10 dagar áðrenn!
Peningur verður ikki endurrindaður eftir hesa freist.

Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Síggjast 🙂

Skeiðvirksemi í Maggies?

By Uncategorized

Eitt vetrartilboð.

Av tí at Maggies er stongt stóran part av vetrinum, er góður møguleiki fyri skeiðvirksemi í Maggies. Tað ber sjálvandi eisini til í vikuskiftunum, um einki annað er á skrá.

Vit kunnu bjóða tykkum hugnalig hølið við stórskíggja, mat og drekka eftir egnum ynski og yvirnátting til 8 fólk við morgunmati.
Yvirnátting og morgunmatur verður gjørt í samarbeiði við Kaffistovuna.

Møguleiki er eisini at upptakað framløgurnar við bæði ljóði og video.

Sendi ein mail til okkara um júst tykkara tørv á maggies@maggies.fo, so senda vit tykkum eitt tilboð 🙂