Hans Carl er ein føroysk guitar legenda, ið ikki hevur verið so nógv at hoyra til seinastu nógvu árini.
Serliga gjørdist Hans Carl kendur sum guitaristurin á Veðraplátuni hjá Straight Ahead, har hann fýrir eitt ótal av feitum soloum av.
Vit vita eisini at Hans Carl er stinnur í Chet Atkins.
Tí verður spennandi at vita hvat hann fer at spæla og ikki minst hvør, um nakar, verður við honum 🙂
Okkum nýtist ikki at siga tað stóra um Stanley Samuelsen. Vit kenna hann øll og njóta hansara sublima guitarspæl.
Paolo Principi er ein nógv virdur italienskur tónleikari og komponistur sum hevur skriva eina rúgvu av tónleiki til m.a. filmar av alskyns slag og telduspøl.
Hann designar eisini virtual instruments.
Soleiðis stendur m.a. at lesa um hann á hansara síðu www.paoloprincipi.com
Paolo Principi begins to play the accordion at the age of 7. He continues to study his first instrument for more than ten years with Rolando Bolognini.
He discovers jazz music, the piano and electronic sounds, so he begins to work as a musical consultant for a little Italian company named Orla.
A great curiosity allows him to study composition and orchestra conduction to discover the evolution of musical language in the last centuries.
After more than 30 years the curiosity continues to grow and it will be the engine for further discoveries and adventures!
Tjant hevur síðani stovnanina í 2002 víðka sítt tónleika univers og er nú komin út í ein elektroniskan, til tíðir droymandi, og aloftast spælandi heim.
Manningin hevur síðani 2014 verið Mikael Blak á Bass og synth, Brandur Jacobsen á trummum, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á el-trummum og Heðin Ziska Davidsen á guitar og modular synth, umframt at hann er tónaskaldið handan Tjant.
Útgávan “Røtur og Trø” sum kom út í fjør fekk sera góða móttøku av ummælarum og var eisini tilnevnd ársins útgáva í FMA.
Fyri einans kr. 57,50 kanst tú hoyra teir hetta hóskvøldi kl. 20.00 í Maggies
Ein super duo vitjar Maggies
Kom við inn í tónleikaheimin hjá the Beatles við sangarinnuni Karoline Budtz og guitaristinum Søren Bødker Madsen.
Tey bæði eru musikalsku kreftirnar aftanfyri sjónvarpsrøðina hjá DR um the Beatles og tónleik teirra.
Í fjør vitjaðu tey í Føroyum á fyrsta sinni, og nú koma tey aftur við eini fagnaðarkonsert til McCartney, ið verður 75 í ár, og til Sgt. Pepper plátuna, ið kom út fyri 50 árum síðani – ein útgáva sum ferð eftir ferð er kosin at vera heimsins besta pop/rock útgáva
Konsertin verður fjølbroytt – skiftandi millum frásagnir um the Beatles, og tulkingar av teim ódeyðiligu Beatles-løgunum”
Lurta her. Tað er super gott 🙂
Íslendski tónleikabólkurin Thin Jim spælir tónleik við íblástri úr amerikanskum folk og countrytónleiki. Bólkurin hevur spælt saman í 10 ár, og í hesum tíðarskeiðnum hava tey givið út tvær útgávur, meðan tann triðja er ávegis.
Bólkurin leggur stóran dent á, at siga frá góðum søgum við tónleikinum. Søgurnar eru ráar og autentiskar og limirnir í bólkinum verða eggjaðir til at finna sína egnu rødd gjøgnum tónleikin.
Fleiri av bestu tónleikarunum í Íslandi hava myndað bólkin og tey hava fingið viðurkenning fyri teirra kompostiónir og tónleikaliga virki. Tónleikurin hjá Thin Jim hevur íblástur frá amerikanska folk/country og rock tónleikinum, og er inspireraður av tónleikarum sum Townes Van Zandt, Bob Dylan, Linda Rondstadt og The Band.
Bólkurin spælir javnan í Íslandi í konsert høllum og til festivalar. Sangarinnan í bólkinum er Margret Eir, og er hon millum bestu sangararnar í Íslandi. Hon hevur m.a. framført við Frostrósum frá byrjan, og vitjaði í hesum sambandi í Norðurlandahúsinum 2011. Hon hevur eisini framført við íslendska symfoniorkestrinum, og arbeitt í Tjóðleikhúsinum og Borgaraleikhúsinum.
Jökull Jörgensen skrivar allar tekstirnar hjá bólkinum umframt at hann eisini spælir bass. Hann var partur av projektinum Earth Affair hjá Gulla Briem sum vit kenna frá Mezzoforte, og var við bólkinum eisini við til at framføra fyri Nelson Mandela. Hansara stórfingna yrking Ísland varð sungin av fleiri enn 35000 íslendarum í 2014.
Thin Jim gleða seg at koma til Føroyar at spæla. Og í Føroyum hava tey fingið Magnus Johannessen á klaver og Eyðun Hansen á gittar at hjálpa sær.
Thin Jim eru:
Margret Eir sang
Jökull Jörgensen bass
Birkir Rafn guitar
Magnus Magnusson Trummur
gestatónleikarar: Magnus Johannessen klaver og Eyðun Hansen guitar
Thomas Loefke learnt his trade in Dublin from Ireland’s leading harp players – Máire Ní Cháthasaigh, Helen Davies and Áine Ní Dhúill. Since 1984 he has been playing professionally and has won several international prizes, including first prize at the O’Carolan Harp Festival in Keadue. In 1992 he recorded his first album. The 2nd album Norland Wind followed 1996, released by the Irish top class label Celtic Heartbeat. Besides his work with Norland Wind, he also tours with Riverdance violinist Máire Breatnach, Cello/guitar-duo Acoustic Eidolon, pianist Lutz Gerlach, and as a soloist.
Eins og undanfarin ár, skipar Maggies í felag við Summartónum, fyri Music Marathon í Maggies.
Lagt verður til brots við fyrstu konsertini long kl. 14.00
Atgongumerki á kr. 50,- kunnu keypast við dyrnar.
Skráin er handan:
Kl. 14.00 Janus á Húsagarði (sang, gittar, mandolin)
Kl. 15.00 Ragnar Finsson (Sang, Gittar), Finnur Hansen (Harmonika), Edvard Nyholm Debess (Bass)
Kl. 16.00 Vera Kondrateva (sang), Kristian Blak (klaver) Lyon (sang, klaver, gittar)
Kl. 17.00 Niels Midjord (sang, gittar)
Kl. 18.00 Music From Islaands: Jože Kotar (klarinett), Luca Ferrini (klaver)
Kl. 19.00 Holgar (sang, gittar)
Kl. 20.00 DuoH: Jeanette Balland (saksofon), Charlotte Andersson (saksofon)
Fleiri nøvn kunnu leggjast afturat og broytingar í skránni kunnu koma fyri
Elinborg er ein songkvinna úr syðrugøtu. Í 2015 gav hon sína fyrstu útgávu út, sum kallast Spor. Ep’in varð væl móttikin og síðani hevur Elinborg spælt nógvar konsertir kring landið, og fekk heðurin sum ársins live einstaklingur á FMA 2016. Elinborg er aftur tøk við nýggjar útgávu, hesaferð er talan um eina nýggja EP, ið kallast ‘’Landið sum eingin sær’’ og eina vinyl.
Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava i felag lagt tonleikin til rættis, ið er upptikin í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg í Gøtugjógv.
Jens L. Thomsen hevur miksað og Jan Eliasson hevur masterað.

