Skip to main content
0
Uncategorized

Elinborg í Maggies 18 august

By 06/06/2017August 20th, 2017No Comments

Elinborg er ein songkvinna úr syðrugøtu. Í 2015 gav hon sína fyrstu útgávu út, sum kallast Spor. Ep’in varð væl móttikin og síðani hevur Elinborg spælt nógvar konsertir kring landið, og fekk heðurin sum ársins live einstaklingur á FMA 2016. Elinborg er aftur tøk við nýggjar útgávu, hesaferð er talan um eina nýggja EP, ið kallast ‘’Landið sum eingin sær’’ og eina vinyl.

Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava i felag lagt tonleikin til rættis, ið er upptikin í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg í Gøtugjógv.

Jens L. Thomsen hevur miksað og Jan Eliasson hevur masterað.