Skip to main content
0
Uncategorized

Thin Jim í Maggies 25 juli

By 30/06/2017July 26th, 2017No Comments

Íslendski tónleikabólkurin Thin Jim spælir tónleik við íblástri úr amerikanskum folk og countrytónleiki. Bólkurin hevur spælt saman í 10 ár, og í hesum tíðarskeiðnum hava tey givið út tvær útgávur, meðan tann triðja er ávegis.

Bólkurin leggur stóran dent á, at siga frá góðum søgum við tónleikinum. Søgurnar eru ráar og autentiskar og limirnir í bólkinum verða eggjaðir til at finna sína egnu rødd gjøgnum tónleikin.

Fleiri av bestu tónleikarunum í Íslandi hava myndað bólkin og tey hava fingið viðurkenning fyri teirra kompostiónir og tónleikaliga virki. Tónleikurin hjá Thin Jim hevur íblástur frá amerikanska folk/country og rock tónleikinum, og er inspireraður av tónleikarum sum Townes Van Zandt, Bob Dylan, Linda Rondstadt og The Band.

Bólkurin spælir javnan í Íslandi í konsert høllum og til festivalar. Sangarinnan í bólkinum er Margret Eir, og er hon millum bestu sangararnar í Íslandi. Hon hevur m.a. framført við Frostrósum frá byrjan, og vitjaði í hesum sambandi í Norðurlandahúsinum 2011. Hon hevur eisini framført við íslendska symfoniorkestrinum, og arbeitt í Tjóðleikhúsinum og Borgaraleikhúsinum.
Jökull Jörgensen skrivar allar tekstirnar hjá bólkinum umframt at hann eisini spælir bass. Hann var partur av projektinum Earth Affair hjá Gulla Briem sum vit kenna frá Mezzoforte, og var við bólkinum eisini við til at framføra fyri Nelson Mandela. Hansara stórfingna yrking Ísland varð sungin av fleiri enn 35000 íslendarum í 2014.

Thin Jim gleða seg at koma til Føroyar at spæla. Og í Føroyum hava tey fingið Magnus Johannessen á klaver og Eyðun Hansen á gittar at hjálpa sær.

Thin Jim eru:
Margret Eir sang
Jökull Jörgensen bass
Birkir Rafn guitar
Magnus Magnusson Trummur
gestatónleikarar: Magnus Johannessen klaver og Eyðun Hansen guitar