Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest trína á pall í Maggies.
Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.
Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.
Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari konsertini í Maggies fríggjakvøldið 2 juni kl. 20.00.
Konsert og stand up við fryntliga havnamanninum, sum bergtekur lurtaran – hvørja ferð!
M.C. hevur í mong ár bergtikið okkum føroyingar við sínum óteljandi perlum.
Við sær á pallin í Maggies hevur hann Bjarna Jøkladal á guitar og Súsonnu Joensen á floytu.
Vit gleða okkum almikið til løtuna saman við hesum fryntliga manni.
Íroknað atgongumerki á kr. 220,- er Fiskasuppa og ein drykkur eftir egnum valið 🙂
Suppan verður serverað kl. 19.30
Mary May Love is a Danish singer-/songwriter from the very north of Denmark. She released her third album “One day I will be feeling fine again” November 2014. The album was made in Austin, TX, where she found her inspiration for songs with a sound of querky pop and soft country. The past 7 years she’s played shows all over Denmark and is slowly building up her name as an endearing and present performer telling stories with her subtle humor and singing her songs with a warm and natural voice from behind the piano.
Mary will be performing as a trio with Johanne Andersson on cello/melodica/perc/vocals & Kristina Anna on
perc/vocals. Besides from performing Mary´s music, they’ll do different cover versions of their favorite songs.
“One day I will be feeling fine again” (2014) “This beautiful album from Mary May Love has captured my confused blogger-heart once and for all. An amazing album that I’ll be listening to for a long time..” - 5/5 ***** musikblogger.dk
“Melodies” (2011) “The studio turned completely silent at our playlisting meeting this Thursday and even the most experienced had tears in their eyes when Mystery with Annemarie aka Mary May Love was played” – Alex Nyborg Madsen P4
Soleiðis skrivaði Petur Pólson einaferð um tónleikin hjá Dortheu.
Dorthea hevur sungið og fingist við tónleik, síðani hon varð fødd. Tað er eins nattúrligt sum at anda, og tónleikurin hjá Dortheu kennist ofta sum at finna sanna vón, sum at hoyra troystina tala og sum at finna sær eitt heim eina løtu.
Dorthea hevur spælt í fleiri ymsum samanhangum, í bólkum ella sum solistur, men kjarnin er altíð Dorthea, hennara tónleikur og hennara sangir og hennara rødd.
Tú fært ikki sett tónleikin hjá Dortheu í ein bás. Tónleikur hoyrir ikki heima í einum bási, men kennist aftur, tá hann ljóðar av nøkrum veruligum. Og tað ger tónleikurin hjá Dortheu. Hann er erligur, náttúrligur og hann er beint í andlitið.
Hóast Dorthea hevur hildið konsertir víða um, so verður hettar hennara fyrsta konsert í Föroyum, nakrantíð og er hetta nakað hon gleðir sera sera nógv til.
Dothea hevur verið at hoyra í útvarpinum við løgunum Candy, My line is dead og Halt fast
Tey sum fara at spæla saman við henna í Maggies eru: Per Ingvaldur Höjgaard Petersen, Lyon Hansen og Óluvá Dam.
Leygardagin 20. mai verður fyri fyrstu ferð møguligt at hoyra drotningina í føroyskum tónleiki á Maggies í Nólsoy, tá Annika Hoydal saman við Eyðuni Mohr Hansen og Jógvani Dahl ferð á pall.
Annika fer á konsertini at framføra løg millum annað úr av nýggjastu fløguni Endurljós, men hon fer eisini at taka nøkur av løgunum á hennara annars langa hittlista fram.
Annika er í góðum formi og vit kunnu vænta okkum eina inniliga og rørandi konsert, men eisini eina skemtiliga konsert, har Annika, við sínum heilt serligu evnum at siga frá og sínum stóra lívsvísdómi, ferð at taka okkum við á eina spennandi og gevandi ferð
200, sum fyri kortum góvu út sættu plátu teirra, “Reytt pass” vitja endiliga Maggies.
“Vit gleða okkum sum teir stóru smádreingirnir, vit eru, at koma til Nólsoyar. Hóast vit ætla at spæla so hart, at man hoyrir tað til Havnar, so viðmæla vit at man kemur við yvir um fjørðin. Tað ljóðar betri. Og so verður kalt øl í barrini hjá Terja”, siga teir.
Soleiðis skrivar hann sjálvur:
Eitt fullmánakvøld í juli 2015 fóru Jan Rúni og eg inn í venjingarhølið hjá hornorkestrinum í Fuglafirði við gittara og trummum at jamma.
Hetta hølið hevur stóran týdning fyri okkum, tí sum tannáringar var júst hetta hølið karmur um okkara tónlistarligu gransking og menning – tímar vórðu brúktir har at venja, spæla og tosa tónleik.
Mánin stóð í fullum blóma og í hesum kendu hølum floymdu hugskot, riff og melodiir úr okkum.
Tað, ið sprettist úr okkum hetta kvøldi, var tað sum bleiv til Son of Fortune,- og eitt nýtt tíðarskeið var byrjað.
Stutt eftir gandakenda jammið í juli 15 fóru Jan Rúni, Mikael og eg (power trioin) í studio Bunkaran, við Fred Ruddick sum upptøkumanni, og har arrangeraðu vit løgini liðugt og festu tey á band.
Tað tók okkum nógv longri tíð at fáa Son of Fortune liðugt og út til tykkum enn vit upprunaliga ætlaðu.
Mín síðumaður í Ave, og fasti tekstskrivari, fekk eina heilabløðing í 2015 og í mai 2016 mundi eg mist nýføddu dóttir mína, hon hevur ein hjartafeil, “coarctatio aortae”.
Lívið hevði aðrar ætlanir enn eg.
Eg vóni tit taka væl ímóti tí, og at tit vilja fylgjast við mær á hesari nýggju leið, har artist navni “Benjamin” er lagt á hillina og Son of Fortune traðkar fram.
YÖHNA alias Jóhanna Norðberg Niclasen, hevur givið tvey stakløg út seinasta árið, ið bæði hava verið væl móttikin.
Jóhanna hevur m.a verið við í trimum sangleikum og vann heiðurin Ársins Songrødd 2010.
Fyri fyrstu ferð, verður YÖHNA at hoyra, við fullari skjáttu av egnum løgum og fleiri, ið eingin enn hevur hoyrt
Við sær hevur hon dugnalig folk s.s. Ragnar Finsson (guitar), Árni Jóhannesson (bass), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Rasmus Vigant Samuelsen (klaver) og Marianna Nagata (kór).
Her er eitt av løgunum hon gav út í fjør.
Fyri einans kr. 57.50,- fært tú keypt atgongumerki her á síðuni 🙂
Longu á sínari fyrstu útgávu í 1998 gav hon okkum innlit í sínar djúpastu kenslur og tankar.
Í 2005 segði hon okkum, at vit eiga at síggja tey jaligu tingini í tilveruni og royna at síggja ljóst uppá framtíðina, hóast eina dapra fortíð sum alíkavæl ikki kann slettast úr minninum. (Can´t erase it)
Tvey ár seinni bað hon okkum vera stolt av arrunum vit hava fingið á lívsins leið og brúka tey konstruktivt. (Let your scars dance)
Í 2011 minnir hon okkum á, at líkamikið hvar tú velur at búgva, noyðist tú at fyrihalda teg til skuggan, sum altíð fylgir tær. (Dream chaser)
Og í fjør kom so krónan á verkinum, har hon við sínari forførandi rødd leiðir okkum inn í alskyns krókar av tilveruni.
Hon syngur um einsemi og vónloysi men eisini um vónina og kærleikan, sum hóast alt fær okkum at vilja lívið við øllum tí góða tað hevur at bjóða.
Á ársins FMA vann hennara seinasta útgáva “Eagle in the sky” eina rúgvu av prísum. M.a. ársins útgáva og best produseraða útgáva. Lena vann eisini heiðurin sum ársins sangarinna.
Við sær í Maggies hevur hon umframt mannin Niclas Johannesen, eisini Josva Debess á trummum og Johannus á Rógvu Joensen á bassi.