Skip to main content
0
Uncategorized

Son of Fortune í Maggies 18 juni

By 07/04/2017June 19th, 2017No Comments

Vælkomin til eitt nýtt Benjamin Petersen Projekt.

Soleiðis skrivar hann sjálvur:
Eitt fullmánakvøld í juli 2015 fóru Jan Rúni og eg inn í venjingarhølið hjá hornorkestrinum í Fuglafirði við gittara og trummum at jamma.
Hetta hølið hevur stóran týdning fyri okkum, tí sum tannáringar var júst hetta hølið karmur um okkara tónlistarligu gransking og menning – tímar vórðu brúktir har at venja, spæla og tosa tónleik.

Mánin stóð í fullum blóma og í hesum kendu hølum floymdu hugskot, riff og melodiir úr okkum.
Tað, ið sprettist úr okkum hetta kvøldi, var tað sum bleiv til Son of Fortune,- og eitt nýtt tíðarskeið var byrjað.

Stutt eftir gandakenda jammið í juli 15 fóru Jan Rúni, Mikael og eg (power trioin) í studio Bunkaran, við Fred Ruddick sum upptøkumanni, og har arrangeraðu vit løgini liðugt og festu tey á band.

Tað tók okkum nógv longri tíð at fáa Son of Fortune liðugt og út til tykkum enn vit upprunaliga ætlaðu.
Mín síðumaður í Ave, og fasti tekstskrivari, fekk eina heilabløðing í 2015 og í mai 2016 mundi eg mist nýføddu dóttir mína, hon hevur ein hjartafeil, “coarctatio aortae”.

Lívið hevði aðrar ætlanir enn eg.

Eg vóni tit taka væl ímóti tí, og at tit vilja fylgjast við mær á hesari nýggju leið, har artist navni “Benjamin” er lagt á hillina og Son of Fortune traðkar fram.

Vit gleða okkum at framføra fyri tykkum!

Vinaliga Benjamin

Hey Benjamin & Co. Tað gera vit eisini 🙂