Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Upplatingartíðir í Maggies frá 1 september

By Uncategorized

1, 2, 3 og 4. september er stongt í Maggies!!!

Mánadagin 5. september er aftur opið frá kl. 17.00.

Annars verður opið soleiðis frá 5. september til 15. mei 2017:

Mánadag til hósdag frá kl. 17.00 til 23.45
Fríggjadag frá kl. 17.00 til 03.45
Leygardag frá kl. 14.00 til 03.45
Sunnudag frá kl. 14.00 til 23.45

Køkurin er opin hvønn dag til kl. 20.00

Pubquiz verður annaðhvørt sunnukvøld kl. 20.00. Fyrstu ferð 11. september. Alice Simonsen er vertur.

Hóast konsertvirksemi ikki verður av tí stóra, hava vit einkultar spennandi konsertir á skrá. Lýst verður leypandi. maggies.fo/tiltøk.

Jólafrokostar við skemti og undirhaldi til 32 kuvertar verða lýstir í næstum.

Takk fyri eitt gott summar, – við ynskjum um ein mildan vetur 🙂

Margreth og Terji

 

Maggies Gávukort

By Uncategorized

Gleð ein vin við gávukorti frá Maggies, forma sum ein eskja við ókeypis gávulutum í.

Gávukortini kunnu keypast fyri kr. 100,- og upp eftir.

Tey kunnu keypast í Maggies ella bíleggjast við telduposti á maggies@maggies.fo

Um tú velur at bíleggja yvir netið, noyðist tú tó sjálvur at byggja eskjuna tú fær sendandi 🙂

Jórun Pólsdóttir í Maggies 27 august

By Uncategorized

Bólkurin útgav sítt fyrsta staklag í fjør, “Hann er nær”. Stílurin er lættur og popputur, og tekstirnir eru ofta um andlig viðurskifti. Jórun Pólsdóttir skrivar løgini og syngur.

Í bólkinum er Jórun Pólsdóttir, John Eliassen, Andras Eliassen, Martin Rúni Joensen, Heidi Maria Pólsdóttir og Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen

Bendar Spónir í Maggies 26 juli

By Uncategorized

Bendar Spónir hava spælt saman í fleiri ár, men seinastu tíðina hava framførslurnar verið færri, tí summir av limunum eru virknir uttanlands.

Limirnir í bólkinum fáast við alskyns tónleik, bæði klassiskan-, jazz og tungmálm. Tónleikurin hjá Bendum Spónum er tó torførur at festa við eina serliga sjangru, men sýrut, progressivt, ambient og 70′ara rokkut eru nøkur heiti, ið avgjørt kunnu lýsa tónleikaslag teirra.

Fyrsta plátan “hvussu bendir mann spónir?” bleiv upptikin hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og tískil er bólkurin sera spentur at venda aftur til oynna fyri at framføra á Maggies.

Bólkurin er mannaður av Jóhannes J. Müller, Jón McGavin, Kriss F. D. Poulsen, Mattias D. Kapnas og Per I. H. Petersen.

MC Hár í Maggies 25 juli

By Uncategorized

Mánakvøldið 25. juli kl. 20 fer MC-Hár á pall á Maggies, hetta er fyrstu ferð í longu søguni hjá bólkinum, at teir spæla í Nólsoy. Høvið er, at føroysku rapp/rokk pionerarnir fylla 25 ár.

Hetta kvøldið fer MC-Hár at spæla løg úr lagaskjáttini, umframt sjálvandi aktuella staklagið Exit Tórshavn, ið hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi, siðan tað kom út.

Fúlu rapp/rokkararnir spæla nakrar heilt fáar konsertir í sambandi við 25 ára haldið, og ein av hesum verður í intimu kørmunum hjá Maggies. Hetta verður ein serlig uppliving av einum bólki, ið best er kendur frá teimum stóru konsertpallunum.

Nógvar konsertir komandi dagarnar

By Uncategorized

Maggies bjóðar til konsert hvønn dag frá 21 til 26  juli.

21 juli: Monkeyrat & The Hentze Horns kl. 20.00

22 juli: Lyon kl. 20.00

23 juli: Plúmm kl. 20.00

24 juli: Yggdrasil kl. 17.00 og Tjant kl. 20.00

25 juli: MC Hár kl. 20.00

26 juli: Bendar Spónir kl. 20.00
Atgongumerki til allar konsertirnar kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies

PLÚMM í Maggies 23 juli

By Uncategorized

Betur verður tað neyvan. Tónleikarar í heimsflokki. Hava tvær útgávur á baki saman við Holger Laumann. Allar ættir og Green gate.

Menninir eru eisini kendir úr nógvum øðrum samanhangum m.a. Terji & Føstufressar

Rógvi á Rógvu – trummur, Arnold Ludvig – Bass, Magnus Johannessen – Piano og Leivur Thomsen – Guitar.

LYON 22 Juli í Maggies

By Uncategorized

Gøtumaðurin, Lyon kom brestandi á Føroyska tónleika pallin í 2010 tá hann vann árligu singer/songwriter kappingina, ið varð hildin á Kaspar.

Síðan tá hevur hann spælt mangar væleyðnaðar konsertir kring landið, gjørt tónleik saman við Petur Pólson, hita upp fyri The Holmes Brothers, vunni Sement 2014 við The Colour Storm, og ikki minst spælt á G! Festival.

Í 2015 gav hann sína fyrstu fløgu út nevnd Lyon við ellivu løgum á.

Nú verður hann á Maggies við bólki. Teir eru: Karl Andrias Stóra – bass, Knút Háberg Eysturstein – orgul, Per Ingvald Petersen – trummir og Esmar Palli Fagraberg – gittar.

Monkey Rat & The Hentze Horns í Maggies 21 juli

By Uncategorized

Væl svingandi funk tónleikur í Maggies.

Arnold Ludvig – bass/composer, Anna Iachino – vocalist/songwriter, Alain Apaloo (Togo, living in Dk) – guitar, Jens Stoklund (Dk) – drums, Johan Hentze – trumpet, Rúni Hentze – trumpet, Matthias Kjølbro – saxophone and Tróndur Herason Olsen – baritone trumpet

Fyri einans kr 160,- fært tú hetta + eina ókeypis MonkeyRat fløgu “Fuck The Jante Law”

Tórshavnar kommuna hevur latið ferðastuðul, so teir útlendsku tónleikararnir kunnu koma til landið.