Gøtumaðurin, Lyon kom brestandi á Føroyska tónleika pallin í 2010 tá hann vann árligu singer/songwriter kappingina, ið varð hildin á Kaspar.
Síðan tá hevur hann spælt mangar væleyðnaðar konsertir kring landið, gjørt tónleik saman við Petur Pólson, hita upp fyri The Holmes Brothers, vunni Sement 2014 við The Colour Storm, og ikki minst spælt á G! Festival.
Í 2015 gav hann sína fyrstu fløgu út nevnd Lyon við ellivu løgum á.
Nú verður hann á Maggies við bólki. Teir eru: Karl Andrias Stóra – bass, Knút Háberg Eysturstein – orgul, Per Ingvald Petersen – trummir og Esmar Palli Fagraberg – gittar.