Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Jólaborðhald í Maggies

By Uncategorized

So bjóðar Maggies aftur til hugnalig jólaborðhald leygarkvøld 19 og 26 november og 3, 10 og 17 december.
Borðhaldið byrjar kl. 17.30. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur
Toskur
dampaður í sitrus
Borðreiddur við salati og urtadypp
Hvítvín

Høvuðsrættur
Útbeina Lambskjøt
við souteraðum rótfruktum, waldorfsalati og rómasós
Reyðvín

Omaná
Rís a la mande við caramelsós
Cognac ella Baileys

Undirhald
Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.
Hákun Hansen trívur í nakrar sangir, eins og hann eisini spælur undir til felagssangin.
Skemtiliga íkasti stendur Snæbjørn Hansen fyri.

Kostnaðurin er kr. 750,-
Íroknað prísin er vælkomst snapsur og ein øl ella sodavatn.
Ferðaseðilin við Ternuni kostar kr. 40,- aftur og fram.

Tilmelding á maggies@maggies.fo ella á tlf. 327199/228130

max. 32 fólk

Gjaldast skal eina viku áðrenn!

Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Síggjast 🙂

Kátir Kallar í Maggies 7 oktober

By Uncategorized

So vóru teir aftur her. Kátir Kallar. Altíð ein garantur fyri eini góðari konsert. Cremé de la cremé av føroyskum jazztónleikarum, sum her framføra kend føroysk løg í jazzifiseraðum hami.

Rógvi á Rógvu, trummur – Arnold Ludvig, bass – Magnus Johannessen, piano og Herluf Lutzen, guitar. Kátir kallar við lít 🙂

Atgongumerki fáast her á síðuni og í Maggies.

Pub Quiz í Maggies

By Uncategorized

Nú kvøldini skjótt geast myrk og long, verður Alice Simonsen vertur fyri Pub Quiz í Maggies annað hvørt sunnukvøld kl. 20.00.
Fyrstu ferð verður 10 september

Umframt tær vanligu tríggju rundurnar, er eisini ein einkult runda, har møguleiki er at vinna gávukort frá Maggies 🙂

So Nólsoyingar,… og onnur, møti fjølment og deili tykkara vitan og vísdom við okkum óvitandi.

Vágaverk í Maggies 10 september

By Uncategorized

Vágaverk alias Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, trína á pall í Maggies við fullum orkestrið.

Menninir handan stór hitt sum Eftir 1000 og eina nátt, Medistari í Carry, Á Trappuni hjá Lenu og Hvar baby, bara fyri at nevna nøkur í rúgvuni.

Orkestrið er í stórformi eftir lutfaltsliga nógvar konsertir á baki.
Vátt country og potentur rokkur verður vavt saman og blaka í høvdi á publikum.

Afturat sær hava Jakkin og Sámal,
Brandur Jacobsen-trummur
Jón McBirnie-Bass
Leivur Thomsen-Gtr
Ólavur Øster-Gtr
Ronnie Nielsen supplerandi røddir.

Upplatingartíðir í Maggies frá 1 september

By Uncategorized

1, 2, 3 og 4. september er stongt í Maggies!!!

Mánadagin 5. september er aftur opið frá kl. 17.00.

Annars verður opið soleiðis frá 5. september til 15. mei 2017:

Mánadag til hósdag frá kl. 17.00 til 23.45
Fríggjadag frá kl. 17.00 til 03.45
Leygardag frá kl. 14.00 til 03.45
Sunnudag frá kl. 14.00 til 23.45

Køkurin er opin hvønn dag til kl. 20.00

Pubquiz verður annaðhvørt sunnukvøld kl. 20.00. Fyrstu ferð 11. september. Alice Simonsen er vertur.

Hóast konsertvirksemi ikki verður av tí stóra, hava vit einkultar spennandi konsertir á skrá. Lýst verður leypandi. maggies.fo/tiltøk.

Jólafrokostar við skemti og undirhaldi til 32 kuvertar verða lýstir í næstum.

Takk fyri eitt gott summar, – við ynskjum um ein mildan vetur 🙂

Margreth og Terji

 

Maggies Gávukort

By Uncategorized

Gleð ein vin við gávukorti frá Maggies, forma sum ein eskja við ókeypis gávulutum í.

Gávukortini kunnu keypast fyri kr. 100,- og upp eftir.

Tey kunnu keypast í Maggies ella bíleggjast við telduposti á maggies@maggies.fo

Um tú velur at bíleggja yvir netið, noyðist tú tó sjálvur at byggja eskjuna tú fær sendandi 🙂

Jórun Pólsdóttir í Maggies 27 august

By Uncategorized

Bólkurin útgav sítt fyrsta staklag í fjør, “Hann er nær”. Stílurin er lættur og popputur, og tekstirnir eru ofta um andlig viðurskifti. Jórun Pólsdóttir skrivar løgini og syngur.

Í bólkinum er Jórun Pólsdóttir, John Eliassen, Andras Eliassen, Martin Rúni Joensen, Heidi Maria Pólsdóttir og Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen

Bendar Spónir í Maggies 26 juli

By Uncategorized

Bendar Spónir hava spælt saman í fleiri ár, men seinastu tíðina hava framførslurnar verið færri, tí summir av limunum eru virknir uttanlands.

Limirnir í bólkinum fáast við alskyns tónleik, bæði klassiskan-, jazz og tungmálm. Tónleikurin hjá Bendum Spónum er tó torførur at festa við eina serliga sjangru, men sýrut, progressivt, ambient og 70′ara rokkut eru nøkur heiti, ið avgjørt kunnu lýsa tónleikaslag teirra.

Fyrsta plátan “hvussu bendir mann spónir?” bleiv upptikin hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og tískil er bólkurin sera spentur at venda aftur til oynna fyri at framføra á Maggies.

Bólkurin er mannaður av Jóhannes J. Müller, Jón McGavin, Kriss F. D. Poulsen, Mattias D. Kapnas og Per I. H. Petersen.

MC Hár í Maggies 25 juli

By Uncategorized

Mánakvøldið 25. juli kl. 20 fer MC-Hár á pall á Maggies, hetta er fyrstu ferð í longu søguni hjá bólkinum, at teir spæla í Nólsoy. Høvið er, at føroysku rapp/rokk pionerarnir fylla 25 ár.

Hetta kvøldið fer MC-Hár at spæla løg úr lagaskjáttini, umframt sjálvandi aktuella staklagið Exit Tórshavn, ið hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi, siðan tað kom út.

Fúlu rapp/rokkararnir spæla nakrar heilt fáar konsertir í sambandi við 25 ára haldið, og ein av hesum verður í intimu kørmunum hjá Maggies. Hetta verður ein serlig uppliving av einum bólki, ið best er kendur frá teimum stóru konsertpallunum.