Mikukvøldið kl. 20.00 trínur Konni Kass á pallin í Maggies saman við sínum orkestrið.
11/11 verður debutplátan hjá Konni Kass útgivin á Tutl. Higartil hava tey trý stakløgini ‘Surrender’, ‘Sounds’ og ‘Time’ vakt ans á netinum og í útvarpi.
Tónleikurin er drivin av eini livandi og andríkari kvinnurødd, og spælir sær fínliga við ein heim av synthum og rúmdareffektum. Bólkurin var stovnaður á vári í 2015, og limirnir eru Konni Kass (sang, saksofon), Torleik Mortensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).
Hvør tónleikari hevur lagt nakað serstakt afturat bólkinum, og tá tey byrjaðu at spæla saman funnu tey skjótt sín egna stíl og ljóð.
Flestu sangirnir á komandi plátuni vóru smíðaðir sum úrslit av hesi skapandi tilgongd. Stutt seinni fór bólkurin undir at upptaka debutplátuna, Haphe. “Haphe”, (αφή), merkir “at nerta” ella “samband” á grikskum, og “haphephobia” er óttin fyri nerting.
Upptøkurnar fóru fram í Studio Bloch og í Bunkaranum í Havn. Benjamin Petersen stóð fyri upptøkum og ljóðblandi og hevur framleitt útgávuna saman við bólkinum. Fred Ruddick mastraði, Kirstin Helgadóttir sniðgav plátuhúsan og Beinta á Torkilsheyggi og Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson stóðu fyri myndatøku og styling.
Áhugin uttanlands fyri bólkinum er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í Århus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin (Týskland, Sveis, Eysturríki). Í summar spældu tey á G! Festival og vóru kosin at móttaka Væl á Veg virðislønina.
Í september spældu Konni Kass ikki færri enn seks framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg, har tey vóru millum átta tilnevndar bólkar í fyrsta umfari av Anchor Awards, ið er eitt árligt afturvendandi virðislønartiltak á Reeperbahn Festival. Millum dómararnar í ár taldust David Bowie framleiðarin Tony Visconti, MTV legendan Ray Cokes, íslendska songkvinnan Emiliana Torrini v.fl. Fyri framman standa framførslur á Iceland Airwaves í Reykjavík í november og konsertferðir í Føroyum, Danmark og Týsklandi.
Konni Kass telist millum mest lovandi nýggju føroysku nøvnini, og bíða verður í spenningi eftir debutplátuni, ið kemur út í Føroyum, Danmark og Týsklandi 11. november. Í sambandi við útgávuna fer bólkurin á konsertferð – í Føroyum í november og í Evropa tíðliga í 2017.