Tað er júst eitt ár síðan Marius & Co. vóru í Maggies seinast. Og leygarkvøldið 22 april er aftur møguleiki at hoyra altíð inniliga og forførandi Marius í Maggies.
Marius hevur 4 útgávur á baki og nýtt er væntandi.
Teir sum vera við honum í Maggies eru altíð trúgvu Brandur Jacobsen, Heðin Ziska Davidsen og Allan Tausen.
Vit gleða okkum til hesa konsertina, tí Marius og hansara menn eru altíð garantur fyri eini góðari uppliving. Og nú teir júst hava verið á konsertferð í DK, eru teir, um møguligt, helst betur enn nakrantíð.
Konufólk verða biðin at taka eygnalappa við,- og tað er ikki til eyguni 🙂