Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Jólaborðhald í Maggies

By Uncategorized

Maggies bjóðar tykkum til hugnaligt jólaborðhald 5. og 12. december.

Borðhaldið byrjar kl. 17.30. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur

Toskur

dampaður í sitrus

Borðreiddur við salati og urtadypp

Hvítvín 33 cl

Høvuðsrættur

Svínakambur

marineraður við ramsleyki og pipari

Borðreiddur við eplum, sauteraðum grønmeti og soppasós

Reyðvín 33 cl

Omaná

Aftur við kaffinum

heimagjørdur

Orange sjokuláta ísur

við einum sløg av Cointrea

 Cognac Camus VS ella Baileys

Undirhald

Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.

Hákun Hansen trívur í nakrar sangir, eins og hann eisini spælur undir til felagssangin.

Skemtiliga íkasti stendur  Nicolaj Falck fyri.

Kostnaðurin er kr. 700,-

Íroknað prísin er vælkomst snapsur og ein øl.

 

Tilmelding á maggies@maggies.fo ella á tlf. 327199/228130

max. 30 fólk

Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Summari fari, men nógv gott í væntu til køldu vetrarkvøldini

By Uncategorized

Seinasta konsertin á summarskránni hjá Maggies var leygarkvøldið 22 august við elektroniska bólkinum HULDA kl. 20.00

Í Maggies hava sostatt verið 28 skrásettar konsertir innan so at siga allar stílartir av tí sum føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Afturat hesum koma sjálvandi øll tey spontanu jammini í Maggies.

Men hóast summari hevur givið sína seinastu konsert, verður veturin heitur og fjálgur í Maggies.

Einkultar konsertir verða lýstar gjøgnum veturin, fótbóltur verður á skíggjanum, spølini liggja klár, Dartskivan bíðar og jólaborðhald við góðum undirhaldi verður bjóða út seinni í heyst 🙂

Í vár verður lýst við summarskránni fyri summari 2016.

Hoyrast.

People make Maggies magic 🙂

 

 

Keltik Jam í Maggies hvønn hósdag

By Uncategorized

Frá og við hósdegnum 2 juli verður keltiskur tónleikur á skránni í Maggies hvønn hósdag í summar. Tað verða teir báðir Ragnar Finsson og Janus á Húsagarði sum vera vertir øll kvøldini. Allir tónleikarar eru hjartaliga vælkomnir at jamma saman við teimum. Tónleikurin byrjar kl. 19 og endar beint áðrenn Ternan fer seinasta túr til Havnar aftur kl. 22.20 og tað er ókeypis atgongd 🙂

Fleiri túrar eru úr Havnini allan dagin.

Kvøldini eru inspireraði av Seisún Sessions, ið eru nógva staðni at hoyra í m.a. Írlandi, Skotlandi og oyggjunum har á leiðini.

Her eru nakrir sangir sum verða spældir hesu kvøldini. Kanska tit finna okkurt á netinum um tit ikki kenna.

-Congress Reel(Am)/The Star Of Munster(Dm) -Maid Behind The Bar(D) -Jákups March/Temperance Reel(G) -Flat Bush Waltz(Em) -Coleraine Jig(Am) -The Road To Lisdoonvarna(Dm) -The Boys Of Bluehill(D)/The Merry Blacksmith(D)/The Irish Washerwoman(D) -The Bag Of Spuds(Am) -Swallowtail Jig(Em)/The Rambling Pitchfork(D) -The King Of The Fairies(D) -The Buttermere Waltz(Em) -Shepherd’s Wife(G) -Judy And Jim’s Wedding(D) -Tabhair Dom Do Lámh(G) -Margret’s Waltz(?) -Far Away(Bm)/Sheebeg And Sheemore(D)

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll. Bæði Nólsoyingar og avbygdafólk 🙂