Skip to main content
0
Uncategorized

Andarúm í Maggies 23 mars

By 16/03/2016March 24th, 2016No Comments
Andarúm er ein føroyskur/norskur jazz bólkur. Tónleikurin er skrivaður við í blástri úr norðulendsku náttúruni og norðurlendskum fólkatónleiki. Tónleikurin verður framborin á ein jazzutan hátt, eyðmerktur av norðurlendskum jazzi, men hevur tó eisini ymisk eyðkenni frá amerikansku jazz mentanini.
Konsertskráin hevur eina søgugongd. Tað vil siga, øll løgini hanga saman, sum kapittlar í eini bók. Søgan inniber sterkar mótsetningar: Tað grøna summarið, ið boðar fagrar tónar mótvegis tunga vetrinum, ið slær tungar rútmur. Tann gamli føroyski fólkatónleikurin mótvegis torgreidda bebop tónleikinum í USA
Andarúm eru: Jósef Zachariassen – Tangentar, Mathias Hagen – Saxofon, Vidar Starheimæter – ass og Amund Kleppan – Trummur
Her verður bjóða tykkum á eina tónleikaferð fyri ein bíligan penga.
https://www.dropbox.com/s/7qmx04wuqhd8str/Promo%20endaligt.mov?dl=0
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.