Lea Kampmann er ung, talentfull sangskrivarinna, sum seinastu mánaðarnir hevur verið nogv at hoyrt kring landið. Ma. hevur hon hita upp fyri Eivør, spælt í útvarpinum og hevur hon verið ómetaliga vælmóttikin. Seinni í apríl fer hon í studio at taka upp plátu, so hetta kvøldi sleppa vit at fáa eina smakkiroynd uppá tað ið fer at vera útgivið innan næstu mánaðarnar. Øll tekin í sól og mána eru um, at Lea fer at vera nógv at hoyra í komandi tíðum.
Teir sum vera við Leu á konsertini í Maggies eru menn kendir úr m.a. Gø og Sissal
Olavur Gaard (guitar), Vinjar E. Petersen (klaver), Magnus Lydersen (bass) og Hjørtur Háberg (trummur)
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.