
DANNY & THE VEETOS leggur seg eftir at spæla elektroniskan fólkapopp, ið er frískur og lívligur við einum lítlum smakki av sorgblídni. DANNY & THE VEETOS hava gjørt um seg hetta síðsta árið við staklagnum “Sunnukvøld í Mai” og við jólalagnum “Jólanætur”. Teir hava spælt nógvar konsertir runt Føroyar og nýliga verið í Grønlandi, og hava teir spælt konsert í Norðurlandahúsinum Katuaq í Nuuk.
Nú vera teir so at hoyra fyri fyrstu ferð í Maggies.
Atgongumerki á kr. 100,- +provisión, kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.