JASMIN er ein nýggjur bólkur innan føroyska tónleikapallin. Tey spæla eina samanrenning av soul, elektroniskum og løttum rokki.
JASMIN vann í síðstu viku kappingina “Sement 2017” og tey hava nú ætlanir um at fara í studio í summar.
Manningin í Jasmine er fyri uttan karismatiska frontfigurin Jasmin Mote, Bergur Fonsdal Johannesen, Vinjar Egilsnes Petersen og Jósef Magni Heinesen.
Eitt kvøld við feskum tónleiki 🙂