
Tjant hevur síðani stovnanina í 2002 víðka sítt tónleika univers og er nú komin út í ein elektroniskan, til tíðir droymandi, og aloftast spælandi heim.
Manningin hevur síðani 2014 verið Mikael Blak á Bass og synth, Brandur Jacobsen á trummum, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á el-trummum og Heðin Ziska Davidsen á guitar og modular synth, umframt at hann er tónaskaldið handan Tjant.
Útgávan “Røtur og Trø” sum kom út í fjør fekk sera góða móttøku av ummælarum og var eisini tilnevnd ársins útgáva í FMA.
Fyri einans kr. 57,50 kanst tú hoyra teir hetta hóskvøldi kl. 20.00 í Maggies