Ein super duo vitjar Maggies
Kom við inn í tónleikaheimin hjá the Beatles við sangarinnuni Karoline Budtz og guitaristinum Søren Bødker Madsen.
Tey bæði eru musikalsku kreftirnar aftanfyri sjónvarpsrøðina hjá DR um the Beatles og tónleik teirra.
Í fjør vitjaðu tey í Føroyum á fyrsta sinni, og nú koma tey aftur við eini fagnaðarkonsert til McCartney, ið verður 75 í ár, og til Sgt. Pepper plátuna, ið kom út fyri 50 árum síðani – ein útgáva sum ferð eftir ferð er kosin at vera heimsins besta pop/rock útgáva
Konsertin verður fjølbroytt – skiftandi millum frásagnir um the Beatles, og tulkingar av teim ódeyðiligu Beatles-løgunum”
Lurta her. Tað er super gott 🙂