Hittsmiðirnir úr Páll Finnur Páll fara at fylla Maggies við sínum vælsnaraða poppi fríggjakvøldið 12. oktober kl. 20
Fáir bólkar í Føroyum hava so høga syngið-við-góðsku sum Páll Finnur Páll, tí verður talan um eitt festligt kvøld við bermanninum, forelskaða sjónleikaranum, grannanum, teimum á Herberginum, gulldamuni, Randi, Rasputin og øllum hinum.
Røðin av útgávum hjá Páll Finnur Páll er føroysk poppsøga í livandi líki, og soleiðis er eisini við nýggju løgunum, ið bólkurin júst hevur latið úr hondum. Hóast bólkurin komandi ár er 20 ár, so boða nýggju løgini hvørki frá metaltroyttleika ella vaksnamannalótum. Páll Finnur Páll spæla øll hittini í Maggies 12. oktober.