Nakað langt hevur verið ímillum konsertirnar við Høgna seinastu árini. Men í farna ári hava nakrar konsertir verið á skránni, m.a á G! Festivalunum, og nú gongur leiðin til Maggies í Nólsoy.
Við sær á pall hevur hann tónleikaligu kammerátarnar Jan Rúna Poulsen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (keys).
Trioin fer at framføra eina konsert á tremur við eyðkendum Høgnaløgum um kollvelting, órætt, myrkur og – viktigast av øllum – kærleika!
Høgni hevur givið seks solo plátur út frá 2003 til 2014 og hann er virkin í fleiri ymsum samanhangum á føroyska tónleikapallinum. Sangir hansara hava milliónir av spælingum á netinum, og hava verið nýttir í sjónvarpsrøðum og lýsingum kring heimin, líka frá USA til Avstralia.
Høgni hevur áður túrað í Evropa og framført á Roskilde Festival, Spot Festival, Iceland Airwaves, SXSW, Midem, Italia Wave Love o.a.
Mynd: Sigga Ella