Hóast JASMIN er ein rættiliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, hava tey longu smelta mong hjørtu og spælt nógv runt landið seinastu 2 árini.
Bólkurin byrjaði í 2017 har tey sama ár vunnu Sement kappingina.
Bókurin hevur eitt globalt verðinsljóð við einum samantvinningi av soul og elektroniskum poppi. Samtundis dregur bólkurin íblástur úr lívinum í Føroyum, har sirm av myrkari tónum av og á krýpa inn í ljóðmyndina.
Hugtakandi avhendingin og spennið hjá sangarinnuni, Jasmin Mote, gevur tónleiki teirra eina einskilaða og originala rødd, sum víðkar ljóð teirra langt út um føroysku landoddarnar.
Til ’’Faroese Music Awards 2019’’ vann Jasmin prísin ’’´Ársins Kvinnuligi Sangari’’.
Bólkurin JASMIN er uppá stutta tíð vorðin ein av teimum mest umtóktu nøvninum í Føroyum.
Jasmin Mote à Vokal
Bergur Fonsdal Johannesen à Bass, sampling
Harald Fonsdal Johannesen à Trummir
Vinjar Egilsnes Petersen à Keyboard og synths
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her á síðuni.