27 september 2025 er síðsti dagur Maggies er opið.
Margreth og Terji hava gjørt av at gevast eftir hetta.
So um tú ikki hevur verið í Maggies til konsertir, fingið tær ein bita ella ein ráka av onkrum slag, er síðsta útkall nú í summar.
Til vit gevast er opið hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag. Vit lata upp allar dagar kl. 13.00.
Vit vilja fegin takka okkara viðskiftafólkum gjøgnum góð 10 ár. Somuleiðis takka vit eisini starvsfólkunum, ið hava hjálpt okkum øll árini. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Tó eina serliga tøkk til Ullu og Ingu sum hava verið við síðan fyrsta dagin. Og Rói sum hevur verið so trúfastur síðan vit byrjaðu aftur. Takk fyri alt.
Vit vilja eisini fegin takka Barbaru og Edvardi fyri at taka yvir í næstan tvey ár, tá vit vóru koyrd troytt. Vit takka eisini Hannisi og Óla Svein fyri løturnar teir høvdu opið.
Tað eru helst nógv sum eru kedd av at vit gevast men Nólsoy var eisini til áðrenn Maggies. So man ikki maður kemur í mans stað?
Lat okkum vóna, at øll fáa sum frægast burturúr hetta seinasta summarið við góðum konsertum og hugnaligum løtum.
Við vón um eitt gott summar og framtíð blíða.
Margreth og Terji
