Skip to main content
0
Category

Uncategorized

Jólaborðhald í Maggies

By Uncategorized

Maggies bjóðar tykkum til hugnaligt jólaborðhald 5. og 12. december.

Borðhaldið byrjar kl. 17.30. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur

Toskur

dampaður í sitrus

Borðreiddur við salati og urtadypp

Hvítvín 33 cl

Høvuðsrættur

Svínakambur

marineraður við ramsleyki og pipari

Borðreiddur við eplum, sauteraðum grønmeti og soppasós

Reyðvín 33 cl

Omaná

Aftur við kaffinum

heimagjørdur

Orange sjokuláta ísur

við einum sløg av Cointrea

 Cognac Camus VS ella Baileys

Undirhald

Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.

Hákun Hansen trívur í nakrar sangir, eins og hann eisini spælur undir til felagssangin.

Skemtiliga íkasti stendur  Nicolaj Falck fyri.

Kostnaðurin er kr. 700,-

Íroknað prísin er vælkomst snapsur og ein øl.

 

Tilmelding á maggies@maggies.fo ella á tlf. 327199/228130

max. 30 fólk

Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Summari fari, men nógv gott í væntu til køldu vetrarkvøldini

By Uncategorized

Seinasta konsertin á summarskránni hjá Maggies var leygarkvøldið 22 august við elektroniska bólkinum HULDA kl. 20.00

Í Maggies hava sostatt verið 28 skrásettar konsertir innan so at siga allar stílartir av tí sum føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Afturat hesum koma sjálvandi øll tey spontanu jammini í Maggies.

Men hóast summari hevur givið sína seinastu konsert, verður veturin heitur og fjálgur í Maggies.

Einkultar konsertir verða lýstar gjøgnum veturin, fótbóltur verður á skíggjanum, spølini liggja klár, Dartskivan bíðar og jólaborðhald við góðum undirhaldi verður bjóða út seinni í heyst 🙂

Í vár verður lýst við summarskránni fyri summari 2016.

Hoyrast.

People make Maggies magic 🙂

 

 

Keltik Jam í Maggies hvønn hósdag

By Uncategorized

Frá og við hósdegnum 2 juli verður keltiskur tónleikur á skránni í Maggies hvønn hósdag í summar. Tað verða teir báðir Ragnar Finsson og Janus á Húsagarði sum vera vertir øll kvøldini. Allir tónleikarar eru hjartaliga vælkomnir at jamma saman við teimum. Tónleikurin byrjar kl. 19 og endar beint áðrenn Ternan fer seinasta túr til Havnar aftur kl. 22.20 og tað er ókeypis atgongd 🙂

Fleiri túrar eru úr Havnini allan dagin.

Kvøldini eru inspireraði av Seisún Sessions, ið eru nógva staðni at hoyra í m.a. Írlandi, Skotlandi og oyggjunum har á leiðini.

Her eru nakrir sangir sum verða spældir hesu kvøldini. Kanska tit finna okkurt á netinum um tit ikki kenna.

-Congress Reel(Am)/The Star Of Munster(Dm) -Maid Behind The Bar(D) -Jákups March/Temperance Reel(G) -Flat Bush Waltz(Em) -Coleraine Jig(Am) -The Road To Lisdoonvarna(Dm) -The Boys Of Bluehill(D)/The Merry Blacksmith(D)/The Irish Washerwoman(D) -The Bag Of Spuds(Am) -Swallowtail Jig(Em)/The Rambling Pitchfork(D) -The King Of The Fairies(D) -The Buttermere Waltz(Em) -Shepherd’s Wife(G) -Judy And Jim’s Wedding(D) -Tabhair Dom Do Lámh(G) -Margret’s Waltz(?) -Far Away(Bm)/Sheebeg And Sheemore(D)

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll. Bæði Nólsoyingar og avbygdafólk 🙂

Anker Eli og Terji føra okkum handan sólarmyrkingina

By Uncategorized

Eftir myrkur kemur ljós. Um kvøldið kl. 20.00, tá mánin er farin væl og virðiliga framvið, fara Anker Eli Petersen og Terji Rasmussen á pallin í Maggies.

Terjiogfostufressar

Teir fara, umframt at framføra, eisini at tosa um mongu sangirnar teir hava latið úr hondum og høvi verður hjá lurtaranum at seta teimum báðum spurningar.

Stutt sagt, ein intim interaktiv konsert við plássi fyri einans 40 fólkum fyri ein bíligan penga. Atgongumerki kunni keypast her á síðuni. Først til mølle!

Eyðun, Terji & Kim

By Uncategorized

Í Føroyum hava teir hvør í sínum lagi, og saman verið stjørnur í yvir tredivu ár í bólkum sum, Terji & Føstufressar, Frændur, Eyðun og Terji, Taxi, Moirae, Funkies og Showmonnum, so tað er eingin ivi um at her verður lív í Maggies hetta kvøldið.

Vælkomin í Maggie´s

By Uncategorized

Nú vit ganga móti ljósari tíðum, eru vit í Maggie’s fegin um at bjóða tær vælkomnan á okkara nýggju heimasíðu. Her fara vit at siga frá komandi og farnum tiltøkum.

Vit fara at deila góðar upplivingar við tykkum við bæði myndum, kykmyndum og orðum.

Longu nú hava vit hópin av tiltøkum á skrá. Her koma bæði bólkar og einstaklingar, ið hava eitt til felags, hugin at spæla tónleik fyri tykkum okkara gestum.

Sjálvandi ber til at keypa atgongumerki til komandi tiltøk her á síðuni. Tú trýstur bert á navnið tú hevur hug at uppliva í kalendaranum her til høgru.

Maggie´s er opið hvønn dag í vikuni. Dyrnar verða lætnar upp næstan hvønn dag kl. 13 í summarhálvuni 🙂

Stórt úrval av drykkivørum og lættir verðar eru til taks.

Fimmaratilboð er hvønn fríggjadag.

Vit gleða okkum til hugnaligar løtur saman við tykkum.

Margreth og Terji

Heimasíðan er ment í samstarvi við Nudlavirkið.