Skip to main content
0
Category

Uncategorized

Kóboykex 25 apríl

By Uncategorized

Føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum.
Teirra fyrsta staklag “Midnight Gale” hava teir skrivað saman, har Sigmundur syngur lead og Heiðrikur syngur kór.
Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica.

Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn.
Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Í 2023 góvu teir út lagið “Padam Padam”, ið er tøkulag frá Kylie Minogue. Lagið hevur sera væl móttikið, og hevur verið stroymt nógv serliga á Youtube.

Links: Instagram: https://www.instagram.com/koboykex Padam Padam á Youtube: https://www.youtube.com/watch?v=fotj5QedYIc Padam Padam á Spotify: https://open.spotify.com/track/0IWxieR2xesGgozYd2SX0a?si=4fad2ed768f34bd1

Soleiðis er opið á páskum

By Uncategorized

Mikudagin 27 mars 17.00 til midnátt (Fimmari)
Skírisdag 14.00 til midnátt
Langa fríggjadag 18.00 til midnátt
30 mars 13 til ? (stOVEtónar í bygdini og Terji Rasmussen spælur í Maggies frá kl. 21.15)
Páskadag Stongt
2. Páskadag 14.00 til midnátt

Lena Anderssen 4 mai

By Uncategorized

Lena er aftur aktuel við sínari 6 útgávu State of the land. Vit gleða okkum at hoyra sangirnar frá nýggju útgávuni sum er framúr góð.

Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir.

Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

stOVEtónar í Nólsoy

By Uncategorized

Stuðulsnevndin fyri Ovasavnið skipar fyri einum stuðulstiltaki leygardagin 30. Mars frá kl. 16:00 – 22:00.

10 hús lata dyrnar upp fyri 20 konsertum við 10 ymum tónleikanøvnum.
Tey eru: Jens Marni, Signar í Homrum, Maria Á Heygum, Døgg Nónsgjógv, Spælimenninir og fleiri
Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til bygging av Ovasavninum.
Møguleiki er fyri mati og drekka í Royndarhúsinum í samband við konsertirnar.
Atgongumerki fyri bæði børn og vaksin kunnu keypast her á síðuni.
Maggies hevur eisini opið allan dagin og seint út á kvøldið.
Ókeypis atgongd

Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen

By Uncategorized

Vágaverk alias Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, trína aftur á pall í Maggies hesuferð sum Duo.

Menninir handan stór hitt sum Eftir 1001 nátt, Medistari í karry, Á trappuni hjá Lenu og Hvar baby, bara fyri at nevna nøkur í rúgvuni.

Í farna árið fekk Jóan Jakku heiðurin lifetime achievement á FMA.

Keyp atgongumerki her á síðuni fyri einans kr. 110,-

Tinganest 13 apríl

By Uncategorized

Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest trína á pall í Maggies.

Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.

Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.

Í farna ári fekk Jóan Jakku lifetime achievement á FMA.

Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari konsertini í Maggies leygakvøldið 13 apríl kl. 20.00.

200

By Uncategorized

So eru teir aftur her!

Reyvharði punkbólkurin úr Havn, sum aftur er aktuellur við nýggjari útgávu.

Konsertin í Maggies er ein standi konsert. Tí er pláss fyri 50 fólkum til hesa konsertina.

Vit gleða okkum. Keyp atgongumerki her á síðuni.

Jólini í Maggies

By Uncategorized

22 dec. lata vit upp við Fimmara. Opið so leingi fólk er, tó seinast til kl. 03.00.

23 dec. Tollaksmessudag er føðingardagur hjá Jákup á Møn. Dyrnar lata upp kl. 13.00.
Terji Rasmussen, Hákun Andreas Hansen og kanska onnur spæla javnt og samt frá kl. 20.00. Onkur tilboð verða eisini til taks.
Opið er so leingi fólk eru. Tó seinast til kl. 03.45.

24 og 25 dec. er stongt.

2. Jóladag er opið frá kl. 17.00. Vit vísa Man United vs Aston Villa kl. 20.00. Terji Rasmussen spælur eina løtu eftir dystin.
Opið er so leingi fólk eru. Tó seinast til kl. 03.45.

27 dec. er stongt vegna Jarðarferð

28 og 29 er opið frá kl. 13.00. Pizza fæst bert millum kl. 17 og 19. Opið er til kl. 22.00

30 dec. er opið frá kl. 13.00. Fimmari er kl. 17. Opið er til midnátt.

31 dec. Nærri kunning seinni.

 

 

Annika Hoydal 23 november

By Uncategorized

Leysir endar – útgávukonsert við Anniku Hoydal

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili 7 áratíggju.

Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum “Aldan”, “Í Dans” og “15 ár” eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.

Men tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”.

Tað er tí sera spennandi, at Annika nú, 77 ára gomul, hevur lagt síðstu hond á enn eina útgávu.
Útgavan kallast “Í Hoydølum: Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.

Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.

Aktuel við nýggjari plátu og enn við líka nógvum uppá hjarta, er Annika á útgávu ferð við øllum tónleikarunum, ið innspældu útgávuna.

Hetta verður ein konsert, ið øll burdu upplivað.