Leysir endar – útgávukonsert við Anniku Hoydal
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili 7 áratíggju.
Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum “Aldan”, “Í Dans” og “15 ár” eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
Men tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”.
Tað er tí sera spennandi, at Annika nú, 77 ára gomul, hevur lagt síðstu hond á enn eina útgávu.
Útgavan kallast “Í Hoydølum: Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.
Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
Aktuel við nýggjari plátu og enn við líka nógvum uppá hjarta, er Annika á útgávu ferð við øllum tónleikarunum, ið innspældu útgávuna.
Hetta verður ein konsert, ið øll burdu upplivað.