Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest trína á pall í Maggies.
Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.
Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.
Í farna ári fekk Jóan Jakku lifetime achievement á FMA.
Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari konsertini í Maggies leygakvøldið 13 apríl kl. 20.00.